Býráðið í Amsterdam vil avmarka ferðavinnuna

Býráðið í Amsterdam vil avmarka ferðavinnuna
Í eini roynd at avmarka hópferðavinnuna í Amsterdam, hevur býráðið gjørt av, at tað ikki skulu byggjast fleiri gistingarhús í býnum
 
22.04.2024 - 09:49

Býráðið í hollendska høvuðsstaðnum Amsterdam hevur avgjørt, at fleiri gistingarhús skulu ikki byggjast í býnum. Tað skrivar hollendski miðilin Het Parool.

Ásetingin hevur verið galdandi fyri fleiri býarpartar í býnum, men verður nú galdandi fyri allan býin.

Hetta verður gjørt fyri at avmarka hópferðavinnu í býnum, har fleiri milliónir ferðafólk vitja á hvørjum ári, skrivar Het Parool.

Nýggj gistingarhús kunnu nú bara byggjast, um onnur stongja.

Harumframt skal seingjartalið ikki hækka, og nýggj gistingarhús skulu vera betri og t.d. burðardyggari.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 2. november
Veðrið
215775
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723