Semingsroyndin heldur fram í dag

Semingsroyndin heldur fram í dag
Semingsroyndin millum tey fimm arbeiðarafeløgini og arbeiðsgevararnar heldur fram í dag fyrrapartin klokkan hálvgum tíggju
Høvuðssætið hjá arbeiðsgevarunum.
 
10.05.2024 - 06:31


Semingsroyndin millum tey fimm arbeiðarafeløgini og arbeiðsgevararnar heldur fram í dag fyrrapartin klokkan hálvgum tíggju.

Semingsroyndin byrjaði mikudagin klokkan tíggju fyrrapartin.

Partarnir vóru saman til á midnátt mikukvøldið.

Í gjár var eingin fundur.  

Semingsstovnurin hevur útsett møguligan arbeiðssteðg til á midnátt í kvøld. 

Men so leingi samráðingarnar ikki eru slitnaðar, verður ikki boðað frá arbeiðssteðgi. 

Terje Sigurðsson, semingsmaður, sigur, at enn er ikki klárt at leggja fram semingsuppskot. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 14. november
Jambalaja - 141126
216417
Leygardag 14. november
Upp á tá - 131126
216412
Fríggjadag 13. november
Vikuskiftið 13 nov 2026
216396
Fríggjadag 13. november
LEITISSTEIN 13.11.2026 (Anna Katrin Egilstrøð)
216384
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Veðrið
216392
Fríggjadag 13. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216364
Hósdag 12. november
Veðrið
216328