Landsliðið situr enn í Føroyum og bíðar

Landsliðið situr enn í Føroyum og bíðar
Nú verður bíðað eftir, um flogfarið úr Keflavík fær lent í Vágum
Landsliðið bíðar enn eftir at sleppa úr Føroyum niður til Norðurmakedonia
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
11.05.2024 - 10:19

Manslandsliðið í hondbólti, sum skal til Skopje í Norðurmakedonia, slapp ikki avstað, sum ætlað, í gjár.

Fyri mjørka var ikki lendandi í Vágum í gjárkvøldið, og flogfarið, sum skuldi flúgva landsliðsleikarar til Keypmannahavnar, stendur í Íslandi.

Flogfarið hjá Atlantsflogi úr París, fleyg leingi uppiyvir í gjárkvøldið og royndi eisini at lenda. Hugsanin var, at hetta flogfarið skuldi flúgva landsliðið til Billund.

Nú verður bíðað eftir, at flogfarið úr Keflavík lendir í Vágum.

Lendir tað, verður flogið til Keypmannahavnar klokkan 12.20.

- Sleppa vit avstað úr Vágum, eru fleiri ferðamøguleikar at sleppa til Skopje, sigur Andrass Thomsen, stjóri í Hondbóltssambandinum.

Sambært norsku veðurstovuni YR, verður mjørkin liggjandi í Vágum allan dag.

Landsliðið í hondbólti skal spæla seinna HM-undandystin ímóti Norðurmakedonia sunnukvøldið.

Teir vunnu fyrra dystin í Havn mikukvøldið  34-27.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. september
RagnarRokk: Maggy Luyten um You´ve Been Served
212905
Sunnudag 20. september
Bolero
213531
Sunnudag 20. september
Guðstænasta í Glyvra kirkju
213526
Sunnudag 20. september
Filosofiskur 2. partur
213469
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424