4 mió. til graslíkið við Djúpumýru

4 mió. til graslíkið við Djúpumýru
Klaksvíkar Kommuna hevur samtykt at játta fýra milliónir krónur til at skifta graslíkið við Djúpumýru í Klaksvík
Klaksvíkar kommuna hevur játtað 4 milliónir til nýtt graslíki við Djúpumýru.
 
18.05.2024 - 11:03

Sambært gerðabókini er fótbóltsvøllurin sera slitin, og KÍ hevur biðið kommununa um at skifta vøllin. 

Arbeiðið er mett at kosta 4,6 milliónir krónur, tað er íroknað nýtt graslíki og burturbeining av tí gamla. Fótbóltssambandið stuðlar arbeiðinum við 600.000 krónum.

Tveir býráðslimir í Klaksvík - Tummas Lervig og Eyðstein Poulsen - eru ógegnigir at viðgera málið, tí teir eru ávíkavist formaður í KÍ og starvsnevndarlimur við ábyrgd av ungdómsdeildini hjá felagnum.

Fyrrakvøldið samtykti ein breiður meiriluti av býráðnum at játta tær fýra milliónir krónurnar, so graslíkið kann skiftast longu í juni mánað. Bara ein atkvøða var ímóti. 

Málið skal hava eina viðgerð afturat í býráðnum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952