Ættleiðing: Sleppa skjótt at standa á báðum biðilistum í senn

Ættleiðing: Sleppa skjótt at standa á báðum biðilistum í senn
Fólk, sum vilja ættleiða, skulu nú sleppa at vera á bíðilista til at ættleiða í Føroyum ella uttanlands samstundis
Ættleiðingin úr útlondum steðgaði í januar.
 
23.05.2024 - 06:42

Fólk, sum vilja ættleiða, skulu nú sleppa nú at vera á bíðilista til at ættleiða í Føroyum ella uttanlands samstundis.

Løgmálaráðið hevur sent uppskot um tað til hoyringar.

Sambært galdandi kunngerð kunnu tey, sum søkja um fremmandaættleiðing, ikki standa á báðum bíðilistunum samstundis.

Endamálið við uppskotinum er at tryggja, at umsøkjarar kunnu velja at søkja um innanlands og altjóða ættleiðing ella annaðhvørt innanlands ella altjóða ættleiðing.

Tann 16. januar boðaði felagsskapurin Danish International Adoption (DIA) frá, at tey steðga við at miðla altjóða ættleiðingar. 

Steðgaði í januar

DIA er einasti felagsskapur í Danmark, sum miðlar ættleiðingar í Danmark og í Føroyum. 

Danska stjórnin hevur síðani avgjørt fyribils at steðga allari altjóða ættleiðing. 

Tann avgerðin er eisini galdandi fyri Føroyar.

Við uppskotinum um at broyta kunngerðina um ættleiðing verður tryggað, at umsøkjarar, sum bíða eftir altjóða ættleiðing, kunnu koma á bíðilistan til innanlands fremmandaættleiðing. 

Fremmandaættleiðing er ættleiðing av barni yngri enn 18 ár, har ættleiðari ikki hevur so tætt tilknýti til barnið ella foreldrini hjá barninum, at talan er um familjuættleiðing. 

Um barnið verður ættleitt úr útlandi, er talan um altjóða fremmandaættleiðing.

Men býr barnið í Danmark ella í Føroyum, er talan um innanlands fremmandaættleiðing.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 15. juni
Upp á tá - 150624
176790
Leygardag 15. juni
Jambalaja - 150624
176785
Leygardag 15. juni
EM tíðindi - 150624
176776
Leygardag 15. juni
Vikan 15. juni 2024
176774