- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hugskotskapping: Ein leistur fyri miðbýin í Fuglafirði
Týsdagin vóru vinnararnir av hugskotskappingini um miðbýarætlan í Fuglafirði avdúkaðir. Teknistovan EyA fekk fyrstu virðislønina, ið er uppá 350.000 krónur, aðru virðislønina, ið er 250.000 krónur, fekk Henning Larsen North Atlantic, og triðja virðislønin, ið er uppá 150.000 krónur, var latin MAP Arkitektum. Talan var um eina innbodna arkitektakapping, har ið Fuglafjarðar kommuna bjóðaði hesum trimum teknistovunum at vera við.
Fimm kappingarátøk vóru í kappingarskránni
Tey fimm kappingarátøkini, sum vóru í kappingarskránni, vóru tryggari ferðsla, sambinding av teimum ymisku økjunum í Fuglafirði, handils-, tænastu- og vinnulív, og fjølbroytni, har ið sagt verður, at Fuglafjørður ynskir at gerast ein meiri fjølbroyttur býur, við áherðslu á inklusión og har arbeiðið millum ymisku mentanardeplarnar verður styrkt.
Vinnandi uppskotið
Dómsnevndin valdi uppskotið hjá teknistovuna EyA sum vinnarar, tí uppskotið leggur áherðslu á at menna verandi øki, sum er samsvarandi einum burðardyggum hugsanarhátti – leggur áherðslu á náttúrutrekkini, áirnar og uppruna sjóvarmálan. Uppskotið styrkir um tað verandi og vísir varsemi, tá lagt verður til, ella bygt verður afturat. Uppskotið er lætt at lesa og greitt sett upp, og tilgongdin til uppskotið er væleydnað. Somuleiðis tekur uppskotið støði í teimum 17 heimsmálunum hjá ST.
Uppskotið dugir væl at samansjóða økið fram við fjøruni við teir grønu og bláu geirarnar, sum verða lýstir sum eitt týdningarmikið eyðkenni fyri Fuglafjørð.
Bústaðarøkini eru fjølbroytt við ymsum støddum av bústaðareindum, har sosial burðardygd er raðfest. Grannaløgini, ið eru partar av uppskotinum, verða styrkt, fólk koma hvørjum øðrum við, og trivnaður kann styrkjast innan og ímillum húsini.
Uppskotið dugir at leggja rúm ímillum verandi og nýggjar bygningar á ein varisligan, men áhugaverdan hátt. Tað skapar eina heild, ið eggjar til uppihald, spæl og rørslu, og økir um trivnað. Meira pláss er eisini lagt til bleytu ferðsluna, frá býarkjarnanum og niðan til vøllin og svimjihylin, vestureftir til sandin og eystureftir til smávinnuøkið.
Ferðslan á høvuðsvegnum verður tálmað av stein- ella flísaálegging, og tað kann hugsast at verða ein bati viðvíkjandi ferðini, sum í dag er ov stór. Uppskotið vísir á eitt spennandi handils- og tænastuøki, sum verður kallað Larsenstorg, har bygningarnir og virksemið eisini eru merkt av fjølbroytni til íbúðir og vinnuhølir.
Uppskotið er sett í rættan samanhang, og sýnist tí veruleikakent, tá hugsað verður um, hvat eyðkennir Fuglafjørð. Tað tykist lætt at arbeiða í stigum við hesum uppskotinum, tí arbeitt verður við at styrkja tað verandi, og tí er líkt til, at batar kunnu síggjast og upplivast í nærmastu framtíð.
At enda verður sagt í grundgevingunum, at uppskotið er eitt fyrimyndarligt grundarlag fyri víðari arbeiðinum at menna býin í framtíðini.
Strandargøtan hevur stóran týdning
Um vinnandi uppskotið sigur Eyðun Eliasen, arkitektur og stjóri í EyA, at tað eru nógv ymisk viðurskifti, ið tey hava lagt dent á.
- Vit vilja gjarna fáa strandarlinjuna – ella promenaduna, fram aftur, ella tryggja okkum, at hon ikki hvørvur heilt undir útbyggingum og tílíkum, tí tað hevur týdning at fólk sleppa oman ímóti, og at til ber at ganga fram við sjóvarmálanum. Eisini hava vit ein grønan geira, sum vit ætla skal fevna um kirkjugarðin, kirkjuna, miðstaðarlundina og heilt oman til sjóvarmálan.
- Vit hava harumframt ein bláan geira, sum er frá tí gamla svimjihylinum og allan vegin oman fram við Skarðsá. Eisini er umráðandi, at Skarðsá partvís verður latin upp aftur, soleiðis at fólk fáa ánna aftur. Ætlanin er harumframt at menna eitt lítið bústaðarøki, har sum Petur Larsen-bygningurin og egningarskúrurin eru, og somuleiðis heima við Gjógvará. Og øll hesi 4-5 økini verða bundin saman av strandargøtuni.
2. virðislønin var latin Henning Larsen North Atlantic
Í grundgevingunum fyri, at onnur virðislønin var latin Henning Larsen North Atlantic, sigur dómsnevndin millum annað, at uppskotið leggur dent á nýbygging og víðkan av býnum, tá umræður nýtt lendi og bátahyl. Serliga dámar dómsnevndini væl hugskotið at styrkja maritima samleikan hjá Fuglafirði. Jaligt er, at ein nýggj ringrás verður skapað, ið knýtir saman Mentanarhúsið, eitt nýggj bryggjuøki, mentanardepil og eitt nýtt tún, nevnt Skarðstún.
Nýggj handilsgøta spennir seg frá Mentanarhúsinum til Skarðstún, niðan fyri høvuðsvegin. Skarðstún er eitt spennandi, opið og fjøltáttað torg við smávinnu, bryggjuhúsum og opnum uppihaldsøki við góðum sólargangi. Torgið hevur vesturskin og lívd. Dómsnevndini dámar væl, hvussu torgið, nevnt Skarðstún, er skipað, men sær ein vansa við, at høgu bygningarnir kring túnið skilja økið sundur fram við fjøruni, og minka um góðskuna fram við Piddasakai.
Dómsnevndin sær fyri sær, at hetta økið kundi verið betri staðsett longur norði (eysturi).
Í handilsgøtuni eru handlar og íbúðir á báðum síðum. Bygningarnir sunnan fyri handilsgøtuna eru í 2-3 hæddum. Húsini í niðara borði eftir handilsgøtuni eru samanbygd, og liggur gøtan tí helst í skugga part av degnum.
Fylt verður umleið 50 metrar út á fjørðin sunnan fyri Mentanarhúsið. Tað er í høvuðsheitum ætlað til parkering og nýbygging, og ivast dómsnevndin í, um tað er nóg væl gagnnýtt. Til dømis er eitt stórt øki sett av til parkering við besta sólargangi, sum kundi verið gagnnýtt betri.
Á endanum av bátahylinum er nýggi mentanarbygningurin, Vitin, staðsettur. Hann kann verða savnandi fyri ymiskt nýtt og fjølbroytt mentanarligt virksemi og kann vera við til at styrkja samleikan í Fuglafirði. Tó er hann í vavi munandi størri enn verandi mentanarhús, og ivast dómsnevndin í, um hetta er ov stórt. Ein vansi kann vera, at hann tekur lív frá verandi miðbýi og mentanarstovnum.
Ferðsluviðurskiftini á høvuðsgøtuni eru viðgjørd við álegging og trøum, sum tálma ferðsluni, og skapa batar fyri fólk til gongu og á súkklu. Bleyt ferðsla verður leidd niðan fyri høvuðsvegin eftir nýggju handilsgøtuni.
Hesar eru nakrar av grundgevingunum hjá dómsnevndini, tá talan er um 2. virðisløn.
3. virðislønin var latin MAP Arkitektum
Í grundgevingunum sigur dómsnevndin millum annað, at uppskotið sum heild hevur ein sterkan boðskap við nógvum spennandi hugleiðingum. Uppskotið skilur seg frá hinum við áhugaverdum og øðrvísi loysnum um ferðslu- og bústaðarviðurskifti.
Uppskotið arbeiðir í høvuðsheitum við einari nýggjari uppfyltari oyggj. Hendan er í høvuðsheitum bilfrí, og er stórur dentur lagdur á sosiala burðardygd, lívfrøðiligt margfeldi, felagsskap, rørslu og samveru.
Oyggin er bygd til at hýsa umleið 500 fólkum, og er tískil í vavi sum ein miðalstór føroysk bygd. Dómsnevndin sær vansar í tí, at tað kann gerast ein sjálvstøðugur býarpartur, heldur enn ein integreraður.
Ein fortreyt fyri oynna er, at grót fæst til vega frá gerð av parkeringstunli. Hetta kann tykjast sum ein andsøgn til annars góðu hugsanirnar um burðardygd.
Tilgongdin frá byrjan, til verkætlanin er fult útbygt, tykist ógreið, og ivi er, um verkætlanin hevur stórvegis virði, fyrr enn hon er fullfíggjað.
Stórir tankar eru um at skilja tungu ferðsluna til ídnaðin frá býarrúminum gjøgnum ein umfarstunnil undir býnum. Tó er talan um eina kostnaðarmikla verkætlan, ið verður tung at fíggja.
Endamálið er at fáa eitt amboð at stýra eftir
Tað sigur Dávur Juul, borgarstjóri í Fuglafjarðar kommunu. Kommunan eigur øll uppskotini, og tí kann kommunan seta uppskotini saman. Nú vinnararnir eru funnir, er næsta stigið, at politikararnir fara at umrøða miðbýin. Hugsandi er, at tær fyrstu íløgurnar, sum verða gjørdar, eru tær, ið kunnu gerast skjótt, og sum ikki eru ov kostnaðarmiklar. Men hetta er eisini ein spurningur um fíggjarorku, sigur Dávur Juul.
Tú kanst hoyra frásøgnina um miðbýarætlanina í Fuglafirði her: