Kongshjúnini vitja næsta ár í staðin

bannari
Kongshjúnini vitja næsta ár í staðin
Vitjanin skuldi vera í summar, men verkfall gjørdi, at hon var útsett
Fríðrikur kongur og Mary drotning koma á vitjan í juni næsta ár.
 
21.06.2024 - 14:10

Úsetta vitjanin hjá Fríðriki kongi og Mary drotning verður frá 11. til 13. juni næsta ár.

Tað hava Løgmansskrivstovan og Kongshúsið gjørt av.

Nógv fólk løgdu orku í at seta saman eina spennandi og fjølbroytta skrá til vitjanina, sum upprunaliga skuldi vera 12.-14. juni í ár, sigur Løgmansskrivstovan.

Vitjanin var avlýst, tí verkfall var. 

Ætlanin er at hava somu skrá fyri vitjanina næsta summar. Kongshjúnini vitja í Havn, Vági, Fámjin, á Tvøroyri og á Eiði. 

Hetta verður fyrsta vitjanin hjá Fríðriki kongi og Mary drotning í Føroyum, síðani Fríðrikur kongur tók við trónuni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037