Kemur tú ikki til arbeiðis, fært tú onga løn

bannari
Kemur tú ikki til arbeiðis, fært tú onga løn
Í sambandi við verkfallið kann tað henda, at starvsfólk ikki fáa møtt til arbeiðis - Men kemur tú ikki til arbeiðis, fært tú onga løn
Verkfallið ávirkar fólk, sum skulu til arbeiðis.
Mynd: Bjarti Árting Rubeksen.  
 
24.05.2024 - 14:22

Tað er líkamikið, um tað er verkfallið, sum ger, at tú ikki sleppur til arbeiðis. Hetta sæst í rundskrivi, sum lønarstjórin í Fíggjarmálaráðnun, Jan Mortensen, hevur sent til allar almennar stovnar.

Kunningin frá Vinnuhúsinum til starvsfólk á privata arbeiðsmarknaðinum er tann sama. Á industry.fo stendur hendan kunningin:

 

"Í sambandi við verkfallið kann henda, at starvsfólk eru forðaði at møta til arbeiðis orsaka av at:

- Barnagarðar verða stongdir vegna vantandi reingerð

- Einki brennievni er tøkt til egið akfar

- Bussarnir ikki koyra, tí bussførarar eru í verkfalli, ella at bussarnir ikki koyra orsaka av vantandi brennievni

- Ferjusambandið verður ávirkað

Í slíkum føri er tað sama galdandi sum, tá starvsfólk ikki fær møtt vegna brek á bilinum ella avlýsingar á buss-, ferju- og flogleiðum. Meginreglan er, at starvsfólk hava skyldu at møta til arbeiðis, hóast óvæntaðar hendingar gera hetta trupult.

Í sambandi við verkfallið, sum er í løtuni, hava starvsfólk sostatt skyldu at møta til arbeiðis, og at taka neyðug og gjørlig atlit, soleiðis at til ber at møta til arbeiðis. Møta starvsfólk ikki til arbeiðis vegna eitt nú vantandi barnaansing ella vantandi brennievni sum avleiðing av verkfallinum, hava tey ikki rætt til løn. Slík frávera fær tó ikki setanarrættarligar avleiðingar.

Tey starvsfólk, ið kunnu arbeiða heimanífrá, hava skyldu til at taka telduna við heim og at arbeiða heimanífrá."

 

Starvsfelagið stuðlar arbeiðarafeløgunum

Í einum uppslagi á Facebook greiðir Starvsfelagið limum sínum frá, hvørji rættindi tey hava, nú nógv fólk ikki fáa møtt til arbeiðis, tí tað er verkfall. Antin orsakað av vantandi barnaansing ella tí einki brennievni er á bilinum.

Súni Selfoss, formaður í Starvsfelagnum, skrivar soleiðis:

 

"KUNNU FORELDUR ANSA BØRNUM VIÐ LØN?

 Sum støðan er á arbeiðsmarknaðinum í løtuni, fáa vit í Starvsfelagnum fyrispurningar frá limum um teirra støðu, nú fleiri eru noydd at hava børn heima, tí barnaansing er skerd vegna verkfallið hjá arbeiðarafeløgunum.

Starvsfólk, sum arbeiða eftir sáttmálum hjá Starvsfelagnum, hava ikki rætt til at fáa frí við løn at vera heima við børnum vegna skerda barnaansing. Um arbeiðsuppgávurnar loyva tí, hava starvsfólk sambært Starvsfólkapolitikki Landsins  møguleika at gera avtalu við arbeiðsgevara um at arbeiða heimanífra, tá tørvur er á tí, eitt nú sum í hesum førinum, tá verkfall er.

Eru børnini við hús so smá, at tað er torført at hugsavna seg um arbeiðið, gevur hetta heldur ikki rætt til frí við løn. Heldur mugu starvsfólk royna at skipa seg burturúr hesum, eitt nú við hjálp frá nærsambondum ella við at avtala feriu og/ella avspák við arbeiðsgevara, um starvsfólk eiga hetta til góðar.

Tað stutta av tí langa er, at starvsfólk kunnu eftir avtalu við arbeiðsgevara arbeiða heimaífrá, har tað ber til. Um tað ikki letur seg gera, mugu starvsfólk avtala feriu ella avspák við arbeiðsgevara.

Í hesum sambandi vil Starvsfelagið eisini nýta høvið at vísa arbeiðarafeløgunum okkara fulla stuðul í verkfallinum, við ynski um, at partarnar sum skjótast finna eina virðiliga semju."

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. desember
Mono - Kvinnur í countrytónleiki (5:5)
184972
Týsdag 10. desember
LEITISSTEIN 10.12.2024 (Teitur)
184928
Týsdag 10. desember
Samværi 052 - Hvussu finni eg tíð?
184911
Týsdag 10. desember
RagnarRokk: Francesco Paoli um Opera
184906
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 11. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
184942
Týsdag 10. desember
Veðrið
184922
Týsdag 10. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
184893
Sunnudag 8. desember
Andakt við Tummasi Jacobsen
184812