Allar íbúðirnar í Streymnesi umbidnar

Allar íbúðirnar í Streymnesi umbidnar
Bústaðir lækkaðu leiguprísin, fleiri fingu tilboð um at leiga, og so kom gongd á
Allar sjey íbúðirnar hjá Bústøðum í Streymnesi eru umbidnar.
 
31.05.2024 - 08:57

Eftir at fleiri fingu tilboðið, og leigan varð sett niður, gekk skjótt at fáa leigað út allar sjey íbúðir hjá Bústøðum í Streymnesi. 

Fyri tveimum vikum síðani var sagt, at eingin áhugi var fyri at leiga íbúðirnar.

Leigan var 10.990 krónur um mánaðin umframt 500 krónur til hita og SEV.

Íbúðírnar eru 92 fermetrar.

 

Bíligari leiga

Men so settu Bústaðir leiguna niður í 9.800 krónur. Og fleiri fingu tilboðið um at leiga.

Nú eru allar sjey íbúðir umbidnar. Fólk flyta í tær í juni ella juli, skrivar Sunda kommuna.

VEKS leigar tvær íbúðir, sum, sambært VEKS, eru fyrstu ellisíbúðir í Føroyum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. januar
Morgunlestur hósdagur 15.januar 2026
202444
Mikudag 14. januar
Dansival
202653
Mikudag 14. januar
Skratsj 14. januar 2026
202650
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 14. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202632
Týsdag 13. januar
Veðrið
202610
Týsdag 13. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
202571
Mánadag 12. januar
Veðrið
202554