Føroyingur í rúmdarverkætlan

Føroyingur í rúmdarverkætlan
REXUS/BEXUS er heitið á týskari/svenskari rúmdarverkætlan, sum gevur universitetslesandi úr øllum Evropa møguleika at arbeiða við rakett- og ballónroyndum í verki.
 
03.06.2024 - 10:08

Í oktober fara tey at senda eina ballón upp í Norðursvøríki, sum røkkur heilt upp stratosferuna ella miðhválvið. Tað er 30.000 metra hædd.

Níggju evropeiskar lestrarverkætlanir eru knýttar at tveimum uppsendingum.

Ein verkætlan eitur HEIMDAL, og limur í henni er føroyingurin, Bóas Hermansson.

Teirra lutur er at senda eitt framkomið myndatól, ið sær annað enn bara tað sjónliga ljósið.

Hann og ein annar lesandi hava ábyrgdina av ritbúnaðinum og skulu syrgja fyri, at myndatólið riggar í 30.000 metra hædd.

Tað er av astórum týdningi, at alt er kannað bæði væl og virðiliga, áðrenn ballónin verður send upp, vísir Bóas á. Tí eftir hetta er avmarkað, hvat tú kanst gera.

Arbeiðið er sjálvboðið og kemur aftrat lesnaðinum.

- Hetta er ein fantastiskur møguleiki at sleppa at royna seg í verki, sigur Bóas Hermansson.

 

1676480

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961