Á Breddanum: "Elians Sonur" - fyri og ímóti

Á Breddanum: "Elians Sonur" - fyri og ímóti
Poddurin, sum nú eisini verður sendur í Kringvarpinum, hevur fingið fleiri at gera vart við seg. Breddin viðger málið í dag
Ragnar Elianson úr Sørvági hugleiðir um mangt og hvat í podd-røðini "Elians sonur."
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
04.06.2024 - 08:47

Í hesum døgum sendir Kringvarpið sendirøðina "Elians Sonur" - ein poddur í fimm pørtum, har Ragnar Elianson úr Sørvági hugleiðir um mangt og hvat, m.a. grønu kósina, koronu, politikarar, persónligt frælsi, kríggj og miðlar.

Røðin hevur fingið fleiri at gera vart við seg.

Summi fegnast um, at Kringvarpið endiliga sigur sannleikan um til dømis el-bilar.

Onnur finnast at Kringvarpinum fyri at senda røðina. 

Hvat kann ein public service-miðil senda? Er tað so, at summir sannleikar ikki hava rúmd í almenna Kringvarpinum, og eru vanligar journalistiskar reglur galdandi, tá talan er um poddvarp?

Tað viðgera vit í Breddanum í dag.

Øssur Winthereig og Finnur Koba, journalistar, skifta orð um sendirøðina í útvarpsstovuni, og samrøða er við Kim Simonsen, rithøvund og ph.d. 

Breddin í útvarpinum klokkan 10.

Sendingin verður stroymd her

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 8. oktober
Nýtt ljóð
214501
Hósdag 8. oktober
Breddin: Fíggjarlóg undir trýsti
214480
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392