Semingsroyndin verður í morgin í staðin

bannari
Semingsroyndin verður í morgin í staðin
- Vit hava umhugsað støðuna av nýggjum, og hava avrátt at byrja seinnapartin í morgin, sigur Terje Sigurðsson, semingsmaður
Terje Sigurðsson, semingsmaður, roknar við, at tey fara at samráðast alt vikuskiftið
 
05.06.2024 - 18:24

Tí semingsroyndin, sum skuldi vera fríggjamorgunin, verður nú í morgin ístaðin

- Vit hava umhugsað støðuna av nýggjum, og hava avrátt at byrja seinnapartin í morgin, sigur Terje Sigurðsson, semingsmaður.

Umboð fyri partarnar í verkfalli vóru á fundi hjá semingsstovninum í morgun og eftir tann fundin varð avgjørt, at semingsroyndin skuldi takast upp aftur fríggjadagin.

- Vit halda, at hetta skal gerast so skjótt, sum til ber, og nú vísir tað seg, at tað ber til í  morgin, sigur Terje Sigurðsson, í stuttari viðmerking.

Fundurin byrjar í morgin klokkan trý seinnapartin.

Terje Sigurðsson roknar við, at tey fara at samráðast alt vikuskiftið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Hósdag 20. august
RagnarRokk 20.august 2026
210713
Hósdag 20. august
RagnarRokk: Mirza Radonjica um Dissolution
210712
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985