Arbeiðarafeløgini harta semingsmannin

bannari
Arbeiðarafeløgini harta semingsmannin
Terje Sigurðsson hevur funnist at, at Sonja Jógvansdóttir hevur úttalað seg um semingsroyndina. Nú svara arbeiðarafeløgini í verkfalli aftur
Terje Sigurðsson, semingsmaður.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
06.06.2024 - 08:33

Arbeiðarafeløgini í verkfalli harta nú semingsmannin.

Í felags yvirlýsing í gjárkvøldið siga feløgini seg harmast um, at semingsmaðurin fer alment út við ábreiðslum móti samskiparanum hjá Samtaki, Sonju Jógvansdóttir.

Terje Sigurðsson, semingsmaður, segði við tíðindaportalin in.fo í gjár, at hann var sera misnøgdur við, at Sonja Jógvansdóttir úttalaði seg um semingsroyndina, hóast hann hevði givið pørtunum boð um, at tað bara er semingsmaðurin, sum úttalar seg.

- Eg veit ikki, hvønn leiklut Sonja Jógvansdóttir hevur. Hon er so ikki partur av samráðingunum. Men hevði tað verið ein av formonnunum í arbeiðarafeløgunum, sum úttalaði seg soleiðis, so hevði tað fingið avleiðingar, segði Terje Sigurðsson við in.fo í gjár.

 

Forfólkini í teimum fýra arbeiðarafeløgunum í verkfalli hava skrivað undir felags yvirlýsingina. 

 

Semingsmaðurin hevur ikki avgerðina

Hetta vilja arbeiðarafeløgini í verkfalli ikki hava sitandi á sær. 

- Vit halda ikki tað tænir nøkrum av pørtunum, og als ikki semingsstovninum, at fara alment út við slíkum skuldsetingum.
Tað er og verður ongantíð Terji Sigurðsson, sum kemur at avgera, hvør er partur av samráðingartoyminum. Sonja Jógvansdóttir er týðandi partur av samráðingartoyminum hjá fakfeløgunum, og hevur seinastu vikurnar lagt nógv fyri at tryggja verkafólki ordiliga løn, siga fakfeløgini í felags yvirlýsing.

Yvirlýsingingin er undirskrivað av Hera Reynheim, formanni Havnar Arbeiðarafelag, Georg F. Hansen, formanni í Føroya Arbeiðarafelag, Jastrid Wolles Niclasen, forkvinnu í Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag og Absalon Hansen, formanni í Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag.

 

Tað var eftir fundin við umboð fyri arbeiðarafeløgini og arbeiðsgevararnar fyrrapartin í gjár, at semingsmaðurin metti, at grundarlag var fyri at fara undir nýggja semingsroynd. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Semingin byrjar i dag

Semingsroyndin, sum skuldi byrja í morgin, er framskundað til í dag klokkan 15.

Í gjár boðaði Terje Sigurðsson, semingsmaður, frá, at nú var grundarlag fyri taka semingsroyndina við fakfeløgini í verkfalli og arbeiðsgevararnar uppaftur.

Avgjørt var at semingin skuldi byrja í morgin. Men stutt fyri nátturða í gjárkvøldið var semingsroyndin framskundað til í dag.

- Vit halda, at hetta skal gerast so skjótt sum til ber, segði Terje Sigurðsson, í stuttari viðmerking í gjárkvøldið.

Terje Sigurðsson roknar við, at tey fara at samráðast alt vikuskiftið.
 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 15. mai
Vikuskiftið 15 mei 2026
208421
Fríggjadag 15. mai
LEITISSTEIN 15.05.2026 (Beinir)
208417
Fríggjadag 15. mai
Beinleiðis úr Studio 5 - Dorimus
208405
Fríggjadag 15. mai
Morgunlestur fríggjadagur 15.mai 2026
208061
Hósdag 14. mai
RagnarRokk 14.mai 2026
208246
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 15. mai
Veðrið
208424
Fríggjadag 15. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208400
Hósdag 14. mai
Hondbóltur: Undansending
208434
Hósdag 14. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
208366
Hósdag 14. mai
Andakt
208365