Starvsfólkini mistu álitið á Rógva Fossádal

Starvsfólkini mistu álitið á Rógva Fossádal
Starvsfólk í Rúsdrekkasølu Landsins hava kent seg kroyst, illa viðfarin, happaði og niðurgjørd av stjóranum. Ein kæra um Rógva Fossádal endaði við, at stjórin varð koyrdur frá
 
06.06.2024 - 18:24

Fríggjadagin í farnu viku kom eitt stutt tíðindaskriv úr Løgmálaráðnum. 

Har stóð bara, at Rúsdrekkasøla Landsins skal hava nýggjan stjóra - eftir 13 ár sum stjóri fer Rógvi Andrias Fossádal nú at royna aðrar leiðir. Rógvi Fossádal fór frá beinanvegin, og fyribilsstjóri bleiv Jan Arabo.

Drúgva og rúgvusmikla innlitið í málið vísir eina ónøgd við stjóran, sum gongur fleiri ár aftur í tíð. Eitt dømi er afturi frá 2016, tá stjórin fyrst í fyllskapi fór upp at táttast við eitt starvsfólk og síðani hótti eitt annað starvsfólk við uppsøgn. 

Í september í fjør er støðan á Rúsdrekkasølu Landsins - sambært skjølunum í málinum - rættuliga spent. Fundarfrágreiðing frá fundi millum Løgmálaráðið og Starvsfelagið vísir, at starvsfólkini eru sera misnøgd við stjóran. 

Sambært fundarfrágreiðingini sigur Starvsfelagið bart út, at felagið vil ikki longur góðtaka, at stjórin fer so illa við starvsfólkunum. Trivnaðurin er í botni - tey hava tað ikki gott.

Trupulleikar eru við setanarskrivum, sum stjórin ikki vil útflýggja, hóast hann hevur fingið boð um tað. Einstøk starvsfólk hava stórar trupulleikar við stjóranum. Og so er stjórin sera illsindur - eittnú leggur hann bara hornið á, tá fakfelagið hjá starvsfólkunum ringir. Fakfelag fær tí ongan dialog við stjóran - og kærir tí sína neyð til aðalráðið.

Í november í fjør verður stjórin í Rúsuni boðsendur at standa skúlarætt í Løgmálaráðnum. Rógvi Fossádal møtir við advokatinum Gunn Ellefsen. Sambært fundarfrásøgnini sigur Gunn Ellefsen á fundinum, at hennara royndir við Starvsfelagnum er, at tey eru "øgiliga aggressiv", sum hon málber seg.

Starvsfólk kæra

Dropin, sum eftir øllum at døma fær bikarið at flóta yvir, er ein tríggjar síður drúgv kæra, stílað til Bjarna Kárason Petersen, landsstýrismann, og Nellu Festirstein, aðalstjóra í Løgmálaráðnum.

Kæran, sum verður send fyrst í aprílmánaði í ár, er frá starvsfólkum í Rúsuni. Hon er undirskrivað av álitsfólkunum, og harafturat hava 27 starvsfólk skrivað undir, at tey stuðla kæruni.

Kæran er ein stór, lemjandi atfinning móti stjóranum. Starvsfólkini kenna seg kroyst, illa viðfarin, happaði og niðurgjørd. Flestu hendingarnar fara fram umvegis telefon ella í beinleiðis samskifti við stjóran, aloftast tá man er einsamallur við honum, skriva tey.

Tey nevna eina røð av viðurskiftum, sum eftir teirra tykki eru heilt av leið. Millum annað verður nevnt at: 

-Stjórin svarar ikki, tá starvsfólk skriva teldupost til hann.
-Stjórin útihýsir starvsfólki tilvildarliga, hann ger mismun á teimum. 
-Hann hevur í fyllskapi sagt upp starvsfólk.
-Stjórin hevur hótt starvsfólk við avdúking um privat viðurskiftir, um viðkomandi ikki tigur.

Hesi eru bara nøkur av punktunum í langa listanum við atfinningum móti stjóranum.

Álitið fokið

Í kæruni frá starvsfólkunum stendur víðari, at  "Rúsdrekkasøla Landsins er blivið til eitt arbeiðspláss, har reglur ikki verða fylgdar."

Kæran endar soleiðis: "Vit, starvsfólkini, kenna okkum kroyst, vónsvikin og ótrygg í okkara starvi hjá Rúsdrekkasølu Landsins. Vit hava mist álitið á stjóra okkara."

Eftir kæruna í apríl eru nakrir fundir og samskifti annars millum Rógva Fossadal, advokat hansara og Løgmálaráðið. 

Og fríggjadagin í síðstu kemur so tíðindaskrivið, ið boðar frá stjóraskiftinum. Rógvi Fossádal er fríttstillaður við eini fráfaringaravtalu, ið gevur honum stjóraløn í níggju mánaðir fram í tíð.

Tað eydnaðist ikki at fáa fatur á Rógva Fossádal, nú fyrrverandi stjóra í Rúsdrekkasølu Landsins, til tíðindini í kvøld.

Les eisini: Stjórin í Rúsuni farin frá.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 26. juni
EM tíðindi - 26. juni 2024
177276
Mikudag 26. juni
Morgunlestur mikudagur 26. juni 2024
177128
Týsdag 25. juni
EM tíðindi: 25. juni 2024
177229
Týsdag 25. juni
RagnarRokk á Copenhell 2024
177216
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 26. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
177273
Týsdag 25. juni
Veðrið
177246
Týsdag 25. juni
3-2 (24.juni 2024)
177215
Leygardag 22. juni
Video: 5mf kvinnur, Jóansøka 2024
177125