Partrolarar verða nú lagdir

bannari
Partrolarar verða nú lagdir
Tey fýra skipini hjá Faroe Origin hava landað tvær ferðir uttanlands, síðani verkfallið byrjaði. Skipini eru framvegis til fiskiskap, men verða løgd eftir henda túrin 
 
09.06.2024 - 14:03

Stelkur, Bakur, Heykur og Falkur hava landað tvær ferðir, síðani verkfallið byrjaði.

Fyrru ferð landaðu skipini í Hanstholm í Danmark og seinnu ferð í Ålesund í Norra.

Tað tekur umleið hálvt triðja samdøgur at sigla til Hanstholm og nakað styttri at sigla til Ålesund. Og harumframt er munandi dýrari at landa fiskin, serliga í Danmark, enn tað er at landa í Føroyum. Prísurin hevur tó verið áleið tann sami, sum skipini vanliga fáa í Føroyum. 

-Men samanumtikið loysir tað seg ikki væl at avreiða uttanlands, sigur Ingi Hansen, útgerðarmaður hjá Faroe Origin.

Partrolararnir hjá Faroe Origin fiska nærum bara upsa, og har er eingin marknaður fyri tí í Skotlandi. Síðani Brexit er eisini blivið munandi truplari at fáa upsa fluttan úr Skotlandi til evropeiska meginlandið.

Stelkur, Bakur, Heykur og Falkur eru til fiskiskap í løtuni, og í morgin fer reiðaríið at gera av, hvar tey skulu landa hesa ferð. Væntandi verður tað í Norra, sigur Ingi Hansen.

-Men hetta verður so síðsti túrur hjá skipunum, áðrenn tey verða løgd, sigur Ingi Hansen, útgerðarmaður hjá Faroe Origin.

Lógin um sjófeingi sigur, at í mesta lagi 15 prosent av veiðuni av hvørjum fiskaslag í einum ári kann landast uttanlands. Og tað markið hava skipini rokkið, tá hesin túrur er av, sigur Ingi Hansen.

Sjófeingislógin ásetir, at verða meira enn 15 prosent landað uttanlands, so skal reiðaríið rinda 30 prosent av søluvirðinum av tí nøgd, sum er landað uttanlands, í avgjaldi til landskassan.

Við kringvarpið týsdagin segði Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, at ásetingin um at landa í mesta lagi 15 prosent uttanlands verður ikki broytt. Tað vildi verið at lagt seg út í verkfallið, segði landsstýrismaðurin.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Fríggjadag 9. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Eivør
214535
Fríggjadag 9. oktober
RagnarRokk: Andreas Clark um One Of Us
214014
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040