Nú vera vørur settar á handilshillarnar

Nú vera vørur settar á handilshillarnar
So skjótt sum skrivað var undir semjuna í gjárkvøldið, kom gongd aftur á samfelagshjólini
Tað hevur verið tómligt á handilshillunum undir verkfallinum, men nú hava handlarnir aftur fingið vøru.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
10.06.2024 - 13:12

Verkfallið hjá arbeiðarafeløgunum endaði um hálvgum sjey tíðina í gjárkvøldið, tá arbeiðarafeløgini og arbeiðsgevararnir skrivaðu undir semju um nýggjan tvey ára sáttmála, sum bæði umfatar lønarhækking og lønarlyft.

Og so skjótt, undirskrifftirnar vóru settar á semjuna, kom gongd aftur á samfelagshjólini.

Matvørur vóru koyrdar í handlarnar í nátt, og uttan fyri bensinsølurnar stóðu bilar í bíðirøð.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:

 

10062024_Samfelagshjolini

 

Árni Gregersen.

 

Arbeiðsgevararnir leggja dent á, at karmurin er 8,2 prosent.

Men spurningurin er, tá ið eitt nú handverkararnir skulu samráðast, um teir fara at góðtaka 8,2 prosent, ella um teir eisini fara at krevja 13 prosent?

- Kanska er ein leistur nú gjørdur, sum eitur "eitt er karmurin, og so verður annað aftrat", sigur Árni Gregersen, viðmerkjari:

 

10062024_Arni_um_sattmala

 

Myndir: Bjarni Ártng Rubeksen

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 8. oktober
Nýtt ljóð
214501
Hósdag 8. oktober
Breddin: Fíggjarlóg undir trýsti
214480
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392