- Tíðindi, mentan og ítróttur
G!-skráin: Highasakite fríggjakvøld - OMAM leygarkvøldið
Danski rapp/hipphopp-bólkurin Specktors er útlendska høvuðsnavnið á G!-festivalinum hóskvøldið, norski Highasakite fríggjakvøldið, og íslendski Of Monsters And Men leygarkvøldið.
Føroysku høvuðsnøvnini eru Einangran og Enekk hóskvøldið, Eivør og Hamferð fríggjakvøldið, og Teitur og Swangah leygarkvøldið.
Tað er greitt, nú G! hevur kunngjørt, hvørjar dagar nøvnini spæla á festivalinum.
Høgni Lisberg, ið sjálvur er tónlistamaður og var við til at leggja lunnar undir G!-festivalin sum limur í Clickhaze, er í dag tónleikastjóri í G!-festivalinum.
Hvørjir tankar liggja aftan fyri raðfestingina av G!-skránni?
- Eftir at hava arbeitt í næstan eitt heilt ár við at seta skránna saman, so kennist tað ótrúliga gott at síggja hana setta upp reint grafiskt sum ein plakat. Tey størstu nøvnini eru skrivað við stórum bókstavum, og hettar er sjálvandi fyri at eggja fólki til at keypa atgongumerki. Men sigast skal eisini, at meðan skráin fær skap, og bókingarnar verða gjørdar, so eru øll nøvnini skrivað við somu skriftstødd. Vit virða øll nøvnini líka høgt, og øll eru vald við nærlagni. Skráin skal eisini endurspegla, at vit vilja hava, at allir tríggir dagarnir á G! eru góðir og við einari sterkari skrá. Tú skalt tíma líka væl á festival allar dagarnar.
Hvussu velja tit, hvør spælir hvar og nær?
- Longu tá tónleikanøvnini verða bókað, so roynir tú at ímynda tær, hvar í skránni tey høvdu riggað væl. Skal hetta navnið spæla seint á Sandinum leygarkvøld? Skulu nógv fólk samlast til eina intima løtu á Spæliplássinum? Ella er hettar eitt øðrvísi, smalt, eksperimenterandi innslag, sum riggar best í Fjósinum? Summir bólkar kunnu bert spæla ávísar dagar, tí teir skulu víðari á konsertferð, so tað avger eisini, hvønn dag teir kunnu koma á skránna. Soleiðis tekur mann útgangsstøði í øllum hesum ymisku viðurskiftunum. Vit hava snøgt sagt lagt øll nøvnini út á eina plátu við magnetum á G!-skrivstovuni, og har hava vit lagt hettar putlispælið aftur og fram í eitt heilt ár. Teknisk atlit skulu eisini takast, tí har eru onkur nøvn, sum hava tørv á longri fyrireikingartíð enn onnur, og tað ávirkar eisini skránna nakað. Og til seinast hyggur mann eftir, um dagarnir hvør sær hanga saman, ella um man skal flyta nøvn millum dagarnar.
Jamie Grey úr Onglandi er eitt av nýggju og spennandi nøvnunum, ið verða at hoyra á G! festivalinum
Sí eisini: Jamie Grey: "Bara ein vanligur verkamannadrongur við einum stórum dreymi"
Hvussu eru tit nøgd við ársins G-skrá?
- Vit eru sera væl nøgd við skránna. Her eru heimskend nøvn sum Of Monsters and Men, sum flest øll eiga at tíma at lurta eftir. Her eru sjáldsama eksotisk innsløg, sum Omar Souleyman, ið onkur sigur vera "ordiliga G!-sligt". Og so eru spennandi nýggj nøvn, sum eitt nú Jamie Grey, ið eingin í Føroyum kennir enn, men sum kanska verður heimskendur, áðrenn tú veitst av. Og so hava vit nakað av tí besta, ið vit eiga av føroyskum nøvnum. Eisini kennist tað sum, at skráin hongur væl saman, nú mann hyggur eftir tí endaliga úrslitinum.
Hvørjir er yvirskipaðu tankarnir aftan fyri tey tónleikanøvn, ið tit velja til G! skránna?
- G! hevur eina greiða endamálsorðing, ið er at veita dygdargóðan tónleik til Føroya fólk, og tað er júst tað, ið vit arbeiða fram ímóti hvønn dag. Vit ferðast runt og finna nýggjan tónleik, eitt nú norsku Nelly Moar, ið vit hoyrdu í Hollandi, og íslendsku Gróa, ið vit hoyrdu í USA. Og vit dyrgja eftir stórum heimskendum nøvnum sum Of Monsters and Men, ið tað endiliga eyðnaðist okkum at fáa til G! festivalin í ár eftir at hava roynt í nógv ár. Og so lurta vit eftir øllum tí, sum fólk senda inn til okkum. Mann situr alla tíðina við ymiskum vágskálum og spyr seg sjálvan, um handan ella hendan javnvágin er í lagi. Er okkurt at slappa av til og okkurt at dansa til? Er nøkunlunda javnt býtt millum kynini? Er okkurt til tey sum dáma tungmál, fólkatónleik, eksperimenterandi tónleik og popp? Eisini leggja vit okkum eftir at hava nøvn úr øllum Norðanlondum, Stóra Bretlandi, evropiska meginlandinum, og okkurt úr fjarskotnum londum, eitt nú Samba Touré úr Mali. Harumframt er helvtin av skránni aktuel føroysk nøvn, eitt nú Silvurdrongur, ið gevur nýggja plátu út á G!
Hvat: G! festivalurin
Hvar: í Syðrugøtu
Nær: 18. - 20. juli
Nøvn: Of Moster and Men (IS), Highasakite (NO), Spectors (DK), Eivør (FO), Omar Souleyman (SY), Teitur (FO), Hamferð (FO), Swangah (FO), Einangran (FO), The Longest Johns (UK), Plúmm (FO), Alice Boman (SE), Aggrasoppar (FO), Nelly Moar (NO), Enekk (FO), JJ Paulo (DK/TZ), Jógvan (FO), GRÓA (IS), Samba Tourë (ML), Dania O. Tausen (FO), Knút (FO), Elinborg (FO), Konsørn (FO), Aiming for Enrike (NO), Ash Olsen (NO), Agat (IL), Alias Morera (FO/DK), Sound of the Damned (GL), Das Body (NO), Himmerland (DK), James Blames (SCO/FO), Personal Trainer (NL), DJ Quien (DE), Songs From The Tin Pan Alley (DK), Spælimenninir 50 ár (FO), Playmo (FO), Die Færösche Polka Band (FO), Silent Disco Club (NO), Übernörd (FO).