Eingin familjudepil er ein meinbogi

Eingin familjudepil er ein meinbogi
At ikki ber til at vísa familjum til familjudepil er ein órímiligur meinbogi, sum ger føroyska barnaverndararbeiðið ófullfíggjað, sigur Barnaverndarstovan 
Barnaheimið í Havn er afturlatið.
 
24.06.2024 - 06:50

At ikki ber til at vísa familjum til familjudepil er ein órímiligur meinbogi, sum ger føroyska barnaverndararbeiðið ófullfíggjað. 

Vantandi familjudepilin hevur nú á triðja ári merkt virksemi okkara. 

Hetta sigur Barnaverndarstovan í ársfrágreiðing sínari fyri 2023.

Í fyrsta lagi er avleiðingin, at barnaverndartænastunum vantar amboð til neyvar eygleiðingar av foreldraførleika. 

Í øðrum lagi, at foreldrini ikki fáa møguleikan at búnast sum foreldur, samstundis sum tey vera eygleidd og fáa ráðgeving. 

Hetta ger, at neyðugt er, at sálarfrøðingar gera foreldraførleikakanningar. Tað hevur við sær stórar eykaútreiðslur. 

Niðurstøðan er, at sloppið kundi vera undan umsorganaryvirtøkum.

Og børn vera í summum førum verandi í heimum, har tað møguliga var fyri barnanna besta, at tey vóru sett heiman, sigur Barnaverndarstovan.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Týsdag 6. oktober
Vitan
214349
Mánadag 5. oktober
RagnarRokk: Felix Heldt um Night is Calling
214012
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391
Týsdag 6. oktober
Fótbóltur: Kasakstan - Føroyar
214384
Týsdag 6. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
214342