U18-landsliðini í sandflogbólti smasja í Onglandi

U18-landsliðini í sandflogbólti smasja í Onglandi
U18-landsliðini við kvinnum og monnum eru farin til Onglands, har tey vera tey fyrstu føroysku flogbóltslandsliðini, sum spæla skrásettar sandflogbóltsdystir
U18-strandflogbóltslandsliðini skulu kappast í Onglandi næstu dagarnar
Mynd: Flogbóltssamband Føroya  
 
25.06.2024 - 09:24

Maria Teresa Vitalis, Osla Johannesen, Hákun Nón og Rani Ákason manna fyrstu føroysku flogbóltsliðini, sum spæla skrásettar dystir í sandflogbólti.

Tey skulu spæla CEV-NEVZA kapping fyri U18 landslið í Bridlington á ensku eysturstrondini. Kappingin er ein fyrireiking til evropameistarakappingina, sum verður í Georgia í døgunum frá 10. - 13. juli.

Føroysk flogbóltslið spældu sandflogbólt á Oyggjaleikunum í 2013 og 2015 á Bermuda og Jersey, men hesir dystir eru ikki skrásettir í CEV-høpi.

Høvuðsvenjari hjá liðunum er Oleksandr Dmytriiev og hjálparvenjari er Boban Ilic. Ferðaleiðari er Lena í Buð.

 

Innleiðandi bólkaspælið:

U18 Gentur - Maria Teresa Vitalis og Osla Johannesen:

Týsdagin 25. juni

Kl. 09.50: Vitalis og Johannesen (Føroyar) - Jagielska og Quinn (Ongland)
Kl. 13.10: Vitalis og Johannesen (Føroyar) - Tchandeu og Ngatcha (Ongland)
Kl. 16.30: Skjåld og Våge (Norra) - Vitalis og Johannesen (Føroyar)

Mikudagin 26. juni

Kl. 11.30: Jarmon og Levich (Ongland) - Vitalis og Johannesen (Føroyar)
Kl. 14.50: Pétursdóttir og Krístiánsdóttir (Ísland) - Vitalis og Johannesen (Føroyar)

 

U18 Dreingir - Rani Ákason og Hákun Nón:

Týsdagin 25. juni

Kl. 12.20: Ákason og Nón (Føroyar) - Harðarson og Hákunarson (Ísland)
Kl. 15.40: Harsum og Buntom (Ongland) - Ákason og Nón (Føroyar)

Mikudagin 26 juni

Kl. 09.00: Maghur og Robinson (Ongland) - Ákason og Nón (Føroyar)
Kl. 13.10: Caesar og Gillies (Skotland) - Ákason og Nón (Føroyar)
Kl. 16.30: Ákason og Nón (Føroyar) - Makowski og Cosgrove (Ongland)

Nummar 1 og 2 í hvørjum bólki fara víðari til hálvfinalur, ímeðan hini liðini leika plaseringsdystir.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 26. mai
Morgunlestur týsdagur 26.mai 2026
208229
Mánadag 25. mai
Eitt undur at vit kláraðu tað
208777
Mánadag 25. mai
Uttanduraguðstænasta av ovara vøll.
208771
Mánadag 25. mai
Morgunlestur mánadagur 25.mai 2026
208228
Sunnudag 24. mai
Bolero 24 mai 2026
208761
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 24. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
208764
Sunnudag 24. mai
Andaktin
208763