Ósemjan rakar bæði starvsfólk og búfólk

Ósemjan rakar bæði starvsfólk og búfólk
Búfólkunum leingist eftir leiðaranum, og tey spyrja eftir henni hvønn dag, sigur eitt starvsfólk á Skálagarði
Gerandisdagurin á Skálagarði, sum var, er nú merktur av stúran og gráti, sigur eitt av starvsfólkunum á stovninum. (Savnsmynd)
 
26.06.2024 - 09:30

- Støðan, sum er íkomin, er óneyðug. 

Tað sigur Lena Askham, starvsfólk á Skálagarði í Klaksvík, nú ósemja millum leiðsluna á stovninum og Almannaverkið ávirkar bæði starvsfólk og búfólk.

 

Lena Askham er starvsfólk á Skálagarði. (Mynd av Facebook-vanga)

 

- Búfólkunum leingist eftir leiðaranum, og tey spyrja eftir henni hvønn dag. Góði gerandisdagurin, sum var, er nú merktur av stúran og gráti, sigur hon. 

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

26062024_Lena_Askham


12. juni segði trivnaðarstjórin í Almannaverkinum, Hjørdis S. Mortensen, við útvarpið, at Almannaverkið ongum hevur sagt úr starvi - hvørki starvsfólki ella leiðaranum.

Skálagarður, sum er ein bú-, umlættingar- og endurmenningardepil til fólk við seinheilaskaða, læt upp fyri hálvum øðrum ári síðani.

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, løgtingskvinna, hevur sett landsstýriskvinnuni í almannamálum grein 52 fyrispuring um starvsfólka-og leiðsluviðurskiftini á Skálagarði.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026