Asiatiskt NATO

Asiatiskt NATO
Norðurkorea kallar nú hernaðarliga samstarvið millum Suðurkorea, Japan og USA fyri asiatisku útgávuna av NATO
Norðurkoreanski stjórnarleiðarin, Kim Jong Un, á fundi við stjórnandi flokkin í Pyongyang.
Mynd: Kcna/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
30.06.2024 - 12:46

Tað er follið norðurkoreansku leiðsluni fyri bróstið, at tey trý londini fyrr í vikuni høvdu felags hernaðarvenjing nærhendis koreansku hálvoynni.

Hernaðarvenjingin, sum gekk undir navninum "Freedom Edge", var ætlað at styrkja verjuna móti rakettálopum, kavbátum og loftálopum, og hon kom í kjalarvørrinum av tingingunum millum tey trý londini í Camp David í USA í fjør, har avrátt var at styrkja hernaðarliga samstarvið teirra millum.

Norðurkoreanska uttanríkisráðið sigur, at tað ikki verður ignorerað, at ein hernaðarsamgonga undir leiðslu av USA verður styrkt, og at Norðurkorea fer at verja friðin í økinum við einum ágangandi og øgiligum aftursvari, skrivar tíðindastovan KCNA.

Norðurkorea ákærir eisini USA fyri at vilja draga Suðurkorea og Japan tættari at NATO og nevnir sum dømi um hetta, at Suðurkorea roynir at veita Ukraina vápn í stríðnum móti Russlandi.

Bæði USA og Suðurkorea hava annars ákært Norðurkorea fyri at senda vápn til Russlands, sum síðani brúkar tey ímóti Ukraina. Bæði Norðurkorea og Russland hava avsannað hetta.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Týsdag 27. oktober
Norðurlandaráðsfundur og val í Ísrael
215449
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215542