EM-endaspælið byrjar við lykladysti

EM-endaspælið byrjar við lykladysti
Sveis er mótstøðuliðið í fyrsta dystinum hjá U20-hondbóltslandsliðnum, sum í morgin fer undir EM-endaspælið í Slovenia. Nógv er at spæla um, og tí er talan um lykladyst
Óli Mittún telist millum bestu spælararnir í heiminum í sínum árgangi, og er lyklaspælarin á føroyska U20-landsliðnum
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
09.07.2024 - 14:57

Føroyska U20-hondbóltslandsliðið fer í morgin undir EM-endaspælið, sum er í Slovenia.

Dysturin ímóti Sveis í Celje kann verða lykladystur hjá føroyska liðnum, sum umframt heiðursmerki spælir um pláss í HM-endaspælinum í 2025. 

 - Vit taka ein dyst í senn, og sum nú er, er Sveis fyrsti prioritetur, segði Torstein Sivertsen við 3-2 fyri kortum.

Vinnarin úr hvørjum bólki og tvey tey bestu londini, sum enda nummar tvey í bólkaspælinum, spæla um at vinna kappingina. Hesi eru øll tryggjaði pláss í HM næsta ár.

Hinir fýra tvey'ararnir og fýra teir bestu trý'ararnir spæla um plássini frá níggju til 16. Í hesum bólkinum eru sjey ella átta HM-pláss tøk. Tí hevur tað stóran týdning í minsta lagi at enda ímillum fýra teir bestu trý'ararnar. 


Ísak Vedelsbøl fegnast um gott úrslit hjá U21-landsliðnum á sumri í 2023. 

 

Krútsterk móstøðulið

Umframt Sveis, sum Óli Mittún, Ísak Vedelsbøl og hinir, spæla ímóti í morgin fyrrapart, eru Frakland og Spania í føroyska bólkinum, og tað eru ikki hissini mótstøðulið. 

 - Spania hevur ikki tapt ein dyst. Teir hava vunnið bæði EM og HM, og hava vunnið mestsum allar venjingardystirnar eisini. Eg haldi, at teir spældi ein javnleik ímóti Danmark, greiddi Hjalti Mohr Jacobsen frá.

 - Frakland er eisini eitt ótrúliga dugnaligt lið, leggur málverjin Torstein Sivertsen afturat.

 - Men vit vunnu ímóti Fraklandi fyri tveimum árum síðan, so vit vita, at alt er møguligt, sigur hann.

Sigurin, sum H71-málverjin sipar til kom í 2022, tá Føroyar vunnu 29-26 í U18 EM-endaspælinum.

 

Skaðar og studentar órógvaður fyrireikingina

Skaðar og studentahúgvur hava annars órógvað EM-fyrireikingarnar nakað, segði venjarin við 3-2. 

 - Vit hava havt nakrar skaðar, so vit hava ikki havt fullan hóp til venjing, og so hava tað verið húgvurnar. Teir hava gingið til roynd nú og hava mist nakrar venjingar, segði Hjalti Mohr Jacobsen.

SÍ EISINI: Skaðar og studentar órógva U20-landsliðið

Hesir skaðarnir hava havt eina útskifting í hópinum við sær. Rói Thomsen náddi ikki at gerast klárur eftir skaða, og tí er strikuspælarin hjá KÍF, Tóki Fríðriksson, tikin út í staðin.


Dejan Lacok, her dagsins maður til U21-HM,  er ein av málverjunum í føroyska hópinum. Hin er Torstein Sivertsen

 

Dystarætlan:

Mikudagin 10. juli kl. 11:00 Føroyar – Sveis
Hósdagin 11. juli kl. 15:40 Frakland – Føroyar
Leygardagin 13. juli 15:40 Spania – Føroyar

 

Føroyski hópurin:

 

Málverjar

Torstein Sivertsen, H71
Aleksandar Lacok, Neistin

Vinstru vengur

Jákup Egholm, Ikast FS
Rói Seyer Hjaltason, H71

Høgru vengur
Niklas Gaard, Neistin
Óla Jákup Gaard Olsen, VÍF

Strikur
Tóki Fríðriksson, KÍF
Ísak Vedelsbøl, H71

Bakspælarar

Óli Mittún, IK Sävehof
Helgi Poulsen, H71
Høgni Heinason, H71
Høgni Højsted, H71
Rókur Ziskason, H71
Búi D. Poulsen, Grindsted GIF
Trúgvi Hávardsson, StÍF
Tróndur Johnsson, VÍF

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. februar
Norðurljóð 10.februar 2025
187245
Mánadag 10. februar
Hvør skal venja landsliðið
187571
Mánadag 10. februar
Góðan morgun Føroyar
187552
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371