Fuglakrím kann framvegis ikki útilokast

Fuglakrím kann framvegis ikki útilokast
Hóast nú er nakað síðani, at trupulleikar hava verið av fuglakrími í Føroyum, kann ikki útilokast, at einstakir villir fuglar hava sjúkuna, sigur Heilsufrøðiliga starvsstovan
Umráðandi er, at heimafuglur ikki fær fuglakrím.
 
10.07.2024 - 06:42

Hóast nú er nakað síðani, at trupulleikar hava verið av fuglakrími í Føroyum, kann ikki útilokast, at einstakir villir fuglar hava sjúkuna, sigur Heilsufrøðiliga starvsstovan.

Sannlíkindini fyri, at tað slagið av fuglakrími, sum er í Føroyum, smittar fólk eru sera lítil, men tað kann koma fyri.

Tí biður Heilsufrøðiliga starvsstovan fólk um ikki at nerta við sjúkan ella deyðan fugl, men siga Heilsufrøðiligu starvsstovuni frá.

Men er deyður fuglur til ampa, til dømis í túni ella á gøtu, eigur hann at vera burturbeindur við at taka hann varisliga í ein plastposa uttan at nerta við hann.

Fuglurin kann tá burtubeinanst sum vanligt húsarhaldsburturkast.  

Súgdjór kunnu eisini fáa fuglakrím. 

Í vár kom fráboðan um neyt í USA, sum vóru smittað. 

Í einstøkum føri hava neytini smittað fólk.

Fólk ikki smittað

Enn er ikki staðfest, at fólk hava smittað fólk við hesum slagnum av fuglakrími, sigur Heilsufrøðiliga starvsstovan.

Hon sigur, at um heimafuglur verður fóðraður innandura ella undir taki, vera færri villir fuglar drignir til økið.

Smittuvandin minkar tí nógv. 

Fótbúnaður kann eisini lættliga verða dálkaður av fuglaskarni ella øðrum frá villum fugli.

Tí verður rátt til at reinsa fótbúnaðin áðrenn og aftaná farið verður í høsnarhús og inngirðingar. 

Og fólk, sum verið á fuglaveiðu ella hjá flogfenaði uttanlands, eiga at halda seg burtur frá heimafugli í Føroyum í minst 48 tímar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. september
Oyn dyst í senn
213583
Mánadag 21. september
Eitt annað lív
213582
Mánadag 21. september
Poppverturin 17
208471
Mánadag 21. september
Norðurljóð 21.september 2026
213480
Mánadag 21. september
RagnarRokk: Maggy Luyten um You´ve Been Served
212905
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493