Skyldaðu meira enn tríggjar ferðir inntøkuna

Skyldaðu meira enn tríggjar ferðir inntøkuna
Meginparturin av skuldini hjá føroysku húsarhaldunum er bústaðarlán
 Í mai í ár vóru bústaðarlánini 13,2 milliardir krónur. (Savnsmynd)
 
16.07.2024 - 07:57

Fleiri skyldaðu í fjør enn í 2022 meira enn tríggjar ferðir sína árligu bruttoinntøku.

Í fjør var talið 8,9 prosent av húskjunum. Í 2022 var tað 7,5 prosent. 

Verður bara hugt at teimum húsarhaldum, sum hava skuld oman fyri tvær mió. kr., og skylda meir enn tríggjar ferðir sína ársinntøku, eru tey vorðin 200 fleiri í 2023.

70 teirra skyldaðu meira enn fimm ferðir inntøkuna.

 

Læntu eisini meira

Húsarhaldini læntu meira í 2023 samborið við inntøkuna enn í 2022, hóast rentan er hækkað.

Meginparturin av skuldini hjá føroysku húsarhaldunum er bústaðarlán. Í mai í ár vóru bústaðarlánini 13,2 milliardir krónur.

Teirra millum eru hálv fjórða milliard í donskum realkredittlánum, - tað eru 7,5 prosent minni enn í mai í fjør, skrivar Landsbankin.  

Í mai í ár høvdu 89,5 prosent av skuldini hjá húsarhaldunum broytiliga rentu, og næstan fýra prosent vóru uttan avdráttir.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 9. juni
Morgunlestur týsdagur 9.juni 2026
209281
Mánadag 8. juni
Poppverturin 2
208458
Mánadag 8. juni
RagnarRokk: Baz Nicholls um Destructor
209095
Mánadag 8. juni
Morgunlestur mánadagur 8.juni 2026
209280
Nýggjastu sendingar í SV