Val til at umsita stóra ogn

Val til at umsita stóra ogn
Í september verður val til umboðsráðið í Ognarfelagi tryggingartakaranna, sum eigur Betri samtakið
Betri trygging á Kongabrúnni í Havn.
 
22.07.2024 - 07:06

Í september verður val til umboðsráðið í Ognarfelagi tryggingartakaranna, sum eigur Betri samtakið.

Freistin at stilla upp er 31. august.

Valið verður frá 6. til 24. september.

Val er annaðhvørt ár.

Helvtin av umboðsráðslimunum verður tá vald. Valskeiðið er fýra ár.

So tey, sum blivu vald í 2020, standa fyri vali nú.

Øll, sum hava trygging hjá Betri, kunnu stilla upp.

Tey kunnu eisini vera stillarar.

Hvørt valevni skal hava 25 stillarar.

17 vald í 2022

Í 2022 blivu 17 fólk, 15 menn og tvær kvinnur, valdar í umboðsráðið hjá Ognarfelagnum.

Tá atkvøddu 6.236 tryggingartakarar.

Umboðsráðið hevur stórt vald í Betri samtakinum.

Tað velur til dømis nevndina í Ognarfelagnum, sum eigur Betri.

Umboðsráðið avger eisini, hvussu avlopið hjá Betri samtakinum skal brúkast til frama fyri limirnar, altso tryggingartakararnar.

35 fólk eru í umboðsráðnum.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 17. juli
Vikuskiftið 17. juli 2026
211068
Fríggjadag 17. juli
Summarbeiti á G!
211066
Fríggjadag 17. juli
RagnarRokk: Einar Solberg um Vox Occulta
209124
Fríggjadag 17. juli
Morgunlestur fríggjadagur
211015
Hósdag 16. juli
RagnarRokk 16.juli
209729
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 17. juli
Veðrið
211069
Mikudag 15. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210956
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817