Løgmaður og landsstýrisfólk eiga at hava ein ráðharrabil

Løgmaður og landsstýrisfólk eiga at hava ein ráðharrabil
Nevndin, sum er sett at meta um samsýning og eftirløn hjá løgmanni og landsstýrisfólkunum, heldur, at løgmaður og landsstýrisfólk skulu hava ein ráðharrabil
Løgmaður og hansara landsstýrisfólk eiga at hava ein bil tøkan, heldur nevnd
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
30.07.2024 - 17:26

Vit kenna tað úr útlondum, at forsetar, forsætisráðharrar og ráðharrar hava serligar bilar, ið flyta hesar runt. 

Nú skulu løgmaður og landsstýrisfólk eisini hava ein ráðharrabil tøkan. 

Tað heldur nevndin, sum er sett at meta um samsýning og eftirløn hjá løgmanni og landsstýrisfólkunum.

Samanumtikið metir nevndin, at lønin hjá løgmanni og landsstýrisfólkum er rímilig. 


Mynd: Shutterstock
 

Mælir til tvær broytingar

Nevndin mælir til tvær broytingar. Fyri tað fyrsta skulu løgmaður og landsstýrisfólk hava ráðharrabil tøkan.

Hin broytingin er, at øll lønarinntøka skal verða mótroknað í fráfaringarløn, um so er at fráfaringarløn verður latin fyri tíðarskeið, sum er longri enn tríggjar mánaðir.

Spurningurin um ráðharrabil er ikki nýggjur. Eitt av tilmælunum í einum líknandi áliti frá 2015 var, at løgmaður og landsstýrisfólk skulu hava ráðharrabil. Tað bleiv tó av ongum.

Nevndin hevur hugt eftir, hvussu tey gera í grannalondunum.

 

Ymiskar loysnir

Í Grønlandi fáa landsstýrisfólk frían bil uttan førara. Og verða tey skattað á sama hátt sum onnur, ið hava frían bil frá arbeiðsgevaranum.

Í Íslandi, Danmark og Norra hava landsstýrisfólkini ráðharrabil við bilførara, og er bilurin skattafríur til tænastukoyring.

Nú mælt verður til at geva løgmanni og landsstýrisfólki ráðharrabil, so skal bilurin koma í staðin fyri kostnaðar-endurgjald ella ferðastuðul.


Danskir ráðharrar hava allir ráðharrabilar (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Løgmaður tjenar 97.000 kr. um mánaðin 

Nevndin hevur eisini hugt eftir, hvussu sjálv lønin hjá løgmanni og landsstýrisfólkum samsvarar við lønarlagið annars í samfelagnum.

Lønin hjá teimum fylgir sáttmálanum fyri tænastufólk landsins. Løgmaður fær 130 prosent av lønini í 40. lønarflokki og landsstýrisfólk fáa 110 prosent av 40. lønarflokki.

Løgmaður tjenar í dag 97.087 krónur um mánaðin og landsstýrisfólkini 82.150 krónur. Eftirlønin er 15 prosent. Harumframt kunnu landsstýrisfólk, sum hava bústað uttan fyri Havnina, fáa endurgoldið útreiðslur av at leiga okkurt at búgva í í Havn. Endurgjaldið er í mesta lagi 10.000 krónur um mánaðin.

 

234 fólk tjena meira enn 80.000 kr. um mánaðin

Sambært álitinum tjena 234 fólk í privatu vinnuni meira enn 80.000 krónur um mánaðin og í tí almenna eru 113 fólk, sum tjena meira enn 80.000 um mánaðin.

Nevndin metir, at lønarlagið hjá løgmanni og landsstýrisfólki er hóskandi, sæð í mun til lønarlagið í føroyska samfelagnum annars.

Jórun Gardar, Jana Joensen og Kári Davidsen hava skrivað tilmælið um samsýning og eftirløn. Nú verður tað so upp til løgmann at gera av, um nakað skal broytast.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 26. desember
Guðstænasta úr Fríðrikskirkjuni
185567
Mikudag 25. desember
Jolagesturin 2024: Kinna Poulsen
185336
Mikudag 25. desember
Midnáttarmessa úr Mariukirkjuni 2024
185550
Mikudag 25. desember
Guðstænasta úr Havnar kirkju
185549
Týsdag 24. desember
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
185542
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 26. desember
Upp á gólv 2. jólakvøld 2019
102652
Hósdag 26. desember
Jól við Løkin 2024 (2:2)
185563
Hósdag 26. desember
Mítt lívsverk - Eitt portrett av Pál Weihe
185553
Hósdag 26. desember
Andakt við Klæminti Eliasen
185564