Sára Maria Johansen: "Eg vil gjarna rógva víðari við áttaranum"

Sára Maria Johansen: "Eg vil gjarna rógva víðari við áttaranum"
Tárini trillaðu enn einaferð hjá manningini í danska OL-áttaranum við kvinnum, ið gjørdust ov stuttar til eitt finalupláss
Sára Maria Johansen beint eftir róðurin fyrrapartin, ið staðfesti, at tær ikki koma í OL-finaluna
Mynd: Jakob Melgaard  
 
01.08.2024 - 11:09

Sára Maria Johansen úr Froðba harmaðist um, at OL-luttøkan fyri danska áttaran við kvinnunum nú er av. 

"Tað eru heimsins bestu rógvarar, ið vit kappast ímóti, so tann sannroynd at vit endaðu nummar sjey merkir, at vit eru sjeynd best í heiminum. Vit hava vunnið á stórum rógvitjóðum ávegis hertil. Kina vann bronsu við seinasta OL, men vit hava sligið tær út í ár. Tað fara vit ongantíð at gloyma, og tað kunnu vit taka við okkum víðari", staðfesti Sára Maria Johansen, tá Jakob Melgaard, journalistur, fekk orðið á hana beint eftir róðurin. 

Heldur OL-áttarin fram at rógva saman?

"Tað veit eg ikki. Tað avgerð danska ítróttasambandið, Team Danmark og danska rógvisambandið. Men eg vil gjarna halda fram. Eg vóni, at hetta bara er byrjanin hjá danska áttaranum.

Dreymaáttarin!

"Tað er framvegis dreymaáttarin, tí tá mann hevur torað at droymt stórt, og tað endar her, so er tað harmiligt. Nú eru vit níggju vinkonur, ið hava tað gott saman. Vit fara aftur til OL-býin at njóta OL sum olympisk ítróttafólk, og so skulu vit út at stuðla hinum donskum ítróttafólkunum", segði Sára Maria Johansen, áðrenn hon fór yvir at geva sjeikinum og pápanum, ið vóru komnir til París at stuðla, eitt klemm.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 24. september
RagnarRokk 24.september 2026
213255
Hósdag 24. september
Nýtt ljóð
213747
Hósdag 24. september
Breddin: Grønland og verjuavtalan
213727
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585