Tingmaður vil hava aldursmark á orkudrykkir

Tingmaður vil hava aldursmark á orkudrykkir
Eitt aldursmark loysir ikki alt, men fleiri foreldur fara kanska at ansa betur eftir. Tað sigur Steffan Klein Poulsen, sum vil hava aldursmark á orkudrykkir
"Eg kenni ikki nógv børn, sum hava trupulleikar av at drekka ov nógv kaffi, men tað er skjótt at verða fangaður av hesum orkudrykkunum", sigur tingmaðurin fyri Miðflokkin. 
 
04.08.2024 - 16:43

Børn og ung skulu ikki kunna keypa orkudrykkir í Føroyum. Tað sigur Steffan Klein Poulsen, løgtingsmaður fyri Miðflokkin,  sum vil hava aldursmark á orkudrykkir í Føroyum. 

Aldursmarkið eigur at vera 16 ella 18 ár, heldur Steffan Klein Poulsen. 

Tingmaðurin fyri Miðflokkin hevur sett landsstýriskvinnuni í heilsumálum, Margit Stórá, ein grein 52 fyrispurning um orkudrykkir. Hann spyr m.a., um landsstýriskvinnan ætlar at seta forboð fyri sølu av orkudrykkum til børn og ung. 

 

Steffan_um_orkudrykkir

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 8. september
Vitan
212940
Týsdag 8. september
Góðan morgun Føroyar
212926
Týsdag 8. september
Morgunlestur týsdagur 8. september
212703
Mánadag 7. september
Poppverturin 15
208469
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 8. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212908
Mánadag 7. september
Veðrið
212878
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777
Sunnudag 6. september
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
212776
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742