- Tíðindi, mentan og ítróttur
17. umfar: Toppur møtir botni í kvøld
17. umfar í bestu fótbóltsdeildini við monnum verður endaliga avgreitt í kvøld.
Umfarið varð tjóvstartað á ólavsøkudag, tá B68 og NSÍ spældu móti hvørjum øðrum frammanfyri 2.300 fólkum á Tórsvølli.
Tann dystin vann NSÍ greitt 4-1. Málini skutu Beinir Nolsø, Klæmint A. Olsen, meðan Steffan Løkin stey tvey. Málið hjá B68 skeyt Alex Mellemgaard, tá hann setti
Í gjár vann KÍ sannførandi 4-0 á útivølli á Dugnasandi móti 07 Vestur. Nýggi maðurin hjá KÍ, hin raski og ágrýtni Kristoffer Ødemarksbakken, skoraði tvey mál, meðan lokalu hetjurnar í Klaksvík, Jóannes Danielsen og Páll Klettskarð, skoraðu hini bæði.
KÍ ájavnt við HB
Í kvøld verða síðstu dystirnir spældir, og tað verður, eins og undanfarnu dystirnir, toppur móti botni.
Í Gundadali í Havn tekur HB ímóti Skála, EB/Streymur tekur ímóti B36 við Margáir, og í Fløtugerði í Fuglafirði er grannauppgerð millum ÍF og og Víkingur.
Allir dystirnir byrja klokkan 18:30.
Við sigrinum í gjár er KÍ nú ájavnt við HB á øðrum plássi. Bæði liðini hava 39 stig, men HB hevur tó leikt ein dyst færri.
Víkingur er framvegis oddalið við 45 stigum.