Evropa League: Lukkaðist KÍ at vinna tepurt

Evropa League: Lukkaðist KÍ at vinna tepurt
KÍ vann á Borac Banja Luka í fyrra dystinum í 3. Evropa League-umfarinum, men klaksvíkingar áttu helst at fingið størri fyrimun, tí teir spældu leingi við 11 ímóti 10
 
08.08.2024 - 21:06

KÍ vann við tveimum málum ímóti einum á Borac Banja Luka í heimadystinum í 3. umfari í Evropa League, og bæði spælarar og viðhaldsfólk kundu fara væl nøgd av Tórsvølli og norð á Summarfestivalin, sum byrjaði í kvøld.

Páll Klettskarð og Kristoffer Ødemarksbakken skutu málini hjá KÍ í sigrinum, sum kanska kundi verið størri, tí klaksvíkingar spældu stóran part av dystinum við 10 ímóti 11, eftir at útiliðið fekk reytt kort, tá hálvur tími var spældur.

 

Páll skoraði aftur í Evropa

Eftir tey bæði málini ímóti Malmø í Champions League segði Árni Frederiksberg, at nú KÍ ikki longur var við í fínastu evropeisku kappingini, var hann liðugur at skjóta mál, og aðrir máttu taka yvir.

Vongurin hugsaði kanska serliga um Páll Klettskarð, sum hevur góð hagtøl í Evropa, og framherjin tók áheitanina til sín. Eftir fleiri góðar kjansir fyrstu løtuna las hann eina afturlegging og setti bóltin í netið úr stuttari frástøðu.

KÍ var greitt við yvirlutan, men Borac javnaði kortini eftir eitt margháttligt sjálvmál í 31. minutti. Bert tveir minuttir seinni var Sebastián Herera vístur av vølli eftir seina og ljóta takkling, sum rakti Jóannes Kalsø Danielsen inn á leggin, og KÍ gjørdi sær dælt av frísparkinum. 

Árni Ferderiksberg legði ein flatan bólt inn í brotsteigin, har Kristoffer Ødemarksbakken hegnisliga legði bóltin ímillum beinini á verjuleikara og inn við handaru stongini. 

 

Fingu ikki gjørt sær dælt at støðuni

Nú sá veruliga gott út hjá KÍ, sum nú hevði ein tíma at økja um leiðsluna á meir enn hálvtóma Tórsvølli. Tað eydnaðist kortini ikki, hóast KÍ hevði bóltin nógv.

Teir bláu megnaðu ikki at spæla seg til stórvegis møguleikar framman fyri Borac-málverjanum, Damjan Siskovski, sum hevði úr at gera við ferð eftir ferð at lata sum um, hann hevði fingið skaða, og so endaði dysturin 2-1.

Eitt fínt úrslit, eitt gott útgangsstøði, men um tað verður nóg mikið um eina viku, fer tíðin at vísa.

 

Tórsvøllur (Evropa League, 3. umfar)

KÍ - Borac Banja Luka, 2-1 (2-1)
1-0 Páll Klettskarð, 10 min.
1-1 Sjálvmál, 31 min.
2-1 Kristoffer Ødemarksbakken, 33 min.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Mikudag 14. oktober
Dansival 14. oktober 2026
214783
Mikudag 14. oktober
Vágskálin: Bersøgin og viljasterk kvinna
213902
Mikudag 14. oktober
Mono - 2. sending - 141026
214779
Mikudag 14. oktober
1. partur: Áðrenn og aftaná
214704
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214755
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609