Próstur skal hava hjálparprest

Próstur skal hava hjálparprest
Hjálparpresturin verður virkandi sóknarprestur í Nes prestagjaldi
 
09.08.2024 - 09:29

Fólkakirkjan søkir nú eftir hjálparpresti til próstin. 

Hjálparpresturin verður virkandi sóknarprestur í Nes prestagjaldi. 

Talan er um royndarverkætlan.

Hjálparpresturin heldur gudstænastur í kirkjusóknum, sum eru minni enn 400 fólk.

 

Fulltíðarstarv

Hetta verður gjørt í samráði við staðbundnu sóknarprestarnar.

Talan er um fulltíðarstarv í eitt ár. 

Eingin tænastubústaður er til embætið. 

Kallið verður ætlandi sett 1. september, ella so skjótt til ber.

Umsóknarfreistin er til 20. august á middegi. 

Staðin biskupspróvtøka er ein fortreyt fyri, at umsóknin verður viðgjørd.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751