Skiparin á John Paul deJoria í landsrættin

Skiparin á John Paul deJoria í landsrættin
Daniel Binyon fekk 157.000 krónur í sekt í Føroya rætti í juli í fjør. Hann skeyt dómin inn fyri landsrættin
Skiparin á skipinum hjá Paul Watson skeyt dóm í Føroya rætti inn fyri landsrættin, sum viðger málið mikudagin.
Mynd: Hans Oluf Johannessen  
 
19.08.2024 - 10:24

Mikudagin fer Eystari landsrættur at viðgera málið hjá skiparanum á John Paul deJoria, skipinum hjá Paul Watson.

Skiparin, Daniel Binyon, fekk 157.000 krónur í sekt í Føroya rætti í juli í fjør.

Hann skeyt dómin inn fyri landsrættin, sum skal viðgera hann í Havn mikudagin.

Skiparin var dømdur fyri at hava brotið forboðið, sum skipið fekk fyri at fara inn um føroyska 12 fjórðinga markið.

Sektin var tvær ferðir 75.000 kr. fyri tvey brot á kunngerðina um 12 fjórðinga markið.

Og hann fekk 7.000 krónur í sekt fyri at bróta reglur um pass og tolleftirlit.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 8. oktober
Nýtt ljóð
214501
Hósdag 8. oktober
Breddin: Fíggjarlóg undir trýsti
214480
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392