Á Breddanum: Næmingatalið í serflokkunum setur met

Á Breddanum: Næmingatalið í serflokkunum setur met
Tóra Petersen, trivnaðarráðgevi á Námi, og Johan Marner Stenberg, leiðari í Gula skúla, vera í útvarpsstovuni
Fyrsti Breddin eftir summarfrítíðina varpar ljós á vaksandi næmingatalið í serflokkunum í fólkaskúlanum. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
20.08.2024 - 09:23

Nýtt skúlaár er byrjað, og enn eina ferð setur næmingatalið í serflokkunum met.

Talið hevur verið støðugt vaksandi seinastu árini, og nú ganga tvífalt so nógvir næmingar í serflokki sum í 2019.

Men hví hóska karmarnir í fólkaskúlanum ikki til eitt vaksandi tal av næmingum?

Tað spyrja vit millum annað í Breddanum í dag, sum nú kemur aftur úr summarfrí.

Gestir í útvarpsstovuni eru Tóra Petersen, trivnaðarráðgevi á Námi, og Johan Marner Stenberg, leiðari í Gula skúla.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 16. november
Norðurljóð 16.november 2026
215027
Sunnudag 15. november
Bolero - Niels V. Gade
216433
Sunnudag 15. november
Guðstænasta í Haldarsvíkar kirkju
216428
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 16. november
Veðrið
216486
Mánadag 16. november
Bygdarliv 4 – Eiði
216470
Sunnudag 15. november
Møti
216442
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214