Fyrisitingin eigur at brúka barnarættindasáttmálan

Fyrisitingin eigur at brúka barnarættindasáttmálan
Løgtingsins umboðsmaður, sum eisini er Barnanna umboðsmaður, hevur skrivað grein um málið
Hanna Vang er eisini Barnanna umboðsmaður. (Savnsmynd)
 
22.08.2024 - 08:34

Barnarættindasáttmálin eigur í størri mun enn nú at vera brúktur, tá føroyska fyrisitingin viðger mál um børn.

Avgerðir ella tiltøk, sum ávirka børn, eiga ikki at vera tiknar ella gjørd, uttan at barnsins besta og barnsins sjónarmið eru lýst, og hava fingið ta tyngd í avgerðartilgongdini, sum teimum hoyrir til.

Tað sigur Løgtingsins umboðsmaður, sum eisini er Barnanna umboðsmaður, sum hevur skrivað grein um barnarættindasáttmálan og málsupplýsingarskylduna.

Um myndugleikin í síni málsupplýsing ikki lýsir barnsins besta og barnsins sjónarmið á nøktandi hátt, kann málsviðgerðin ikki sigast at vera í samsvari við ásetingarnar í Barnarættindasáttmálanum. 

Harumframt er vandi fyri, at avgerðirnar verða skeivar løgfrøðiliga, eins og tær ikki vera tær best møguligu fyri barnið, sigur Løgtingsins umboðsmaður.

Fyri at halda ásetingarnar í Barnarættindasáttmálanum og fyri at taka rættar og skynsamar avgerðir, er týdningarmikið, at myndugleikar gera sær ómak at lýsa barnsins besta og sjónarmið barnsins í sambandi við málsviðgerð og fyrisiting annars, er niðurstøðan í greinini hjá Løgtingsins umboðsmanni. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Vit nerta við tarmsjúku
212105
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Hósdag 20. august
RagnarRokk 20.august 2026
210713
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985