Sýnskrøvini eru ov hørð

Sýnskrøvini eru ov hørð
Krøvini til útróðrarbátar eru ov hørð, og nógv teirra eru óneyðug
Størra helvtin av vinnuligum útróðrarbátum hevur ikki siglingarloyvi (tilvildarlig mynd).
 
26.08.2024 - 07:09

Krøvini til útróðrarbátar eru ov hørð, og nógv teirra eru óneyðug.

Tað heldur Suðurstreymoyrar útróðrarfelag.

Í fjør sendi Sjóvinnustýrið teimum, sum eiga útróðrarbát, boð um at lata bátarnar sýna, so til ber at fáa siglingarloyvi.

Sjóvinnustýrið sigur, at krøvini eru tey somu sum í hinum Norðurlondunum.

Almennur kunningarfundur ætlaður vinnuligum útróðrarbátum í bólki 5 var í síðstu viku.

Uttanríkis- og Vinnumálaráðið skipaði fyri.

Útróðrarmenn søgdu, at útreiðslurnar í sambandi við sýn vóru ov stórar sammettar við inntøkurnar hjá bátunum.

Nógvir útróðrarmenn siga, at viðurskiftini eru nóg trygg, tí bjargingarútgerðin er í lagi. 

Suðurstreymoyar útróðrarfelag heldur ikki, at fráboðanin um sýn skal galda fyri útróðrarbátar á innaru leiðunum. 

Bjargingarútgerð nóg mikið

Fyri teir er lógin um bjargingarútgerð nóg mikið og hóskandi. 

Felagið heitti á landsstýrismannin um at broyta reglurnar.

Og Sjóvinnustýrið skal ikki bara seta krøv fyri at seta krøv, tí tað stendur í reglunum, halda útróðrarmenn. 

Hans Johannes á Brúgv, stjóri í Sjóvinnustýrinum, segði á fundinum, at meira enn helvtin av vinnuligum útróðrarbátum hevur ikki siglingarloyvi. 

Hann segði, at vanliga gongdin er tann, at bátar byrja sum frítíðarfør, sum koma í bólk 5B og síðani fara í bólk 5A, sum er bólkurin hjá vinnuligum bátum.

Í Føroyum eru eingi krøv til frítíðarbátar ella útróðrarbátar, sum ikki eru at meta sum vinnuligir. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 13. juni
Radio Stjernekilde - Partur 4
209130
Leygardag 13. juni
Morgunlestur leygardagur 13.juni 2026
209286
Fríggjadag 12. juni
Vikuskiftið 12 juni 2026
209654
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 14. juni
3-2
209682
Leygardag 13. juni
Eystanstevna 2026: 5 mf kvinnur
209680
Leygardag 13. juni
Eystanstevna 2026: 6 mf kvinnur
209681
Leygardag 13. juni
Eystanstevna 2026: 10 mannafør
209679
Leygardag 13. juni
Eystanstevna 2026: 5 mf gentur 17-18 ár
209678