Víðka kirkjugarðin í Fuglafirði

Víðka kirkjugarðin í Fuglafirði
Uppskotið snýr seg um at broyta tveir maktriklar frá at vera “sethús og bústaðarøki” til at vera “almennir stovnar.
Mynd: Fuglafjarðar kommuna  
 
26.08.2024 - 09:30

Ætlanin er at víðka kirkjugarðin í Fuglafirði, og í tí sambandi er uppskot um broytingar í byggisamtyktini fyri Fuglafjarðar kommunu lagt fram alment.

Uppskotið, ið snýr seg um at broyta tveir maktriklar frá at vera “sethús og bústaðarøki” til at vera “almennir stovnar”, kann síggjast á kommunuskrivstovuni.

Fuglafjarðar kommuna eigur longu teir báðar matriklarnar og sethúsini, sum standa á øðrum teirra.

Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot skulu vera Fuglafjarðar kommunu í hendi í seinasta lagi tann 8. oktobur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751