Naddoddur holvdur: Fimm persónar bjargaðir, men ein er druknaður

Naddoddur holvdur: Fimm persónar bjargaðir, men ein er druknaður
Um sekstíðina í kvøld fekk MRCC boð frá norsku sjóverjuni um, at opni, føroyski seksæringurin Naddoddur, sum hevur verið ávegis úr Føroyum til Noreg, var holvdur
Naddoddur fór úr Føroyum leygardagin 24. august
Mynd: Helgi Enni  
 
27.08.2024 - 20:54

Seks fólk mannaðu opna, føroyska seksæringin Naddodd, tá hann leygardagin loysti av Tvøroyri við kós móti Noregi.

Ferðin hevur gingið væl inntil í dag, tá Naddoddur kom í havsneyð og sendi út neyðarkall. Norska sjóverjan var longu við tyrlu hjá Nadoddi seinnapartin, men sambært vaktleiðaranum hjá MRCC, so høvdu fólkini umborð givið tekin um, at alt stóð væl til. 

Men um seks tíðina í kvøld fekk MRCC boð frá norsku sjóverjumynduleikunum um, at Naddoddur var holvdur.

Fimm av manningini vóru í einum gummibáti, men tann sætti var saknaður. 

Klokkan 20 fekk MRCC at vita, at norska sjóverjan hevði lokaliserað øll seks fólkini, og at tann sætti lá undir bátinum, druknaður. 

 

Ringt veður tarnar bjargingini

Vaktleiðarin á MRCC, Jóhan Müller, greiðir frá, at klokkan 20.30 vóru trý av teimum bjargaðu fólkunum á veg í tyrlu til Florø. Tey vóru væl fyri kropsliga, men sálarliga sera merkt av støðuni. Tvey onnur fólk vóru á veg sama veg í einari aðrari tyrlu. 

Roynt var av øllum alvi at fáa fatur í druknaða persóninum, ið lá undir Naddoddi, men tað eru sera keðilig líkindi á staðnum - 25 metrar um sekundi, og aldurnar eru fýra til fimm metrar høgar, og nú er eisini myrkt.

Eitt videobrot, ið bjargingarfelagið "Redningsselskapet" hevur lagt út á sosiala miðilin X frá bjargingarbátinum "Idar Ulstein", sum er hjá Naddoddi, vísir, hvussu ringt veðrið er. 

 

Fleiri skip, bjargingarbátar og tvær tyrlur luttaka í bjargingini, og Jóhan Müller, vaktleiðari, sigur, at bjargingin heldur fram til tann sætti persónurin, ið liggur undir bátinum, er fingin til lands. 

Kontaktpersónurin hjá Naddoddi hevur fingið boð, staðfestir vaktleiðarin. 

 

Jóhan Müller, vaktleiðari, greiddi fyrr í kvøld soleiðis frá bjargingini. 

 

nadoddur_i_havsneyd

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 17. september
Tí tú ert kvinna 2:3
213315
Mikudag 16. september
Mono - Gissur Patursson - 160926 - 2. sending
213360
Mikudag 16. september
Skratsj 16. septembur 2026
213358
Mikudag 16. september
Tí tú ert kvinna - longri samrøða
213205
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221