Víkingur var stóri vinnarin

Víkingur var stóri vinnarin
Víkingur hevði ongar trupulleikar av B36 í Gundadali, og tá HB tapti spennandi dystin fyri NSÍ í Runavík, styrkti oddaliðið um sína støðu
Víkingur vann á B36 í Gundadali, meðan HB tapti fyri NSÍ í Runavík. Nú eru seks stig millum fremstu liðini, og Víkingur hevur ein dyst til góðar
Mynd: Leit  
 
27.08.2024 - 20:53

Víkingur hevur nú enn betri kort á hondini í stríðnum um føroyameistaraheitið í mansfótbólti.

Oddaliðið vann í kvøld sannførandi á B36 í Gundadali, meðan HB tapti í spennandi dysti ímóti NSÍ við Løkin í Runavík. Úrslitini hava við sær, at Víkingur nú er seks stig framman fyri HB við einum dysti til góðar.

 

Uttan at sveitta

Fyri kortum vann Víkingur tepurt við einum máli á B36 í Gundadali, og eftir 4-3 tapið í seinnu hálvfinaluni í steypakappingini ímóti HB fríggjadagin var spurningurin, um Víkingur fór at megna at fáa fult.

Svarið var ja, og tað var mestsum uttan at sveitta. Tá 27. minuttir vóru spældir, høvdu fyrrverandi Skála-spælararnir Ari Olsen og Poul Kallsberg givið Víkingi eina trygga leiðslu. 

Spenningur kom kortini í aftur dystin, tá Marius Kryger Lindh minkaði um munin við góðum langskoti stutt fyri steðgin. Víkingur tók kortini broddin av trýstinum, tá Olaf Bárðarson og Jørgen Nielsen øktu til ávikavist 3-1 og 4-1 tíðliga í seinna hálvleiki.

 

HB snávaði í spennandi dysti við Løkin

HB manglaði fleiri spælarar í Runavík. Mathias Voss var leikbannaður, og Teitur Matras Gestsson sat á beinkinum eftir skaðan, sum landsliðsmálverjin fekk ímóti Víkingi fríggjakvøldið. 

Tað forðaði kortini ikki havnarmonnum í at taka leiðsluna eftir 17 minuttum, tá Mikkel Dahl skallaði eitt innlegg í netið. Heimaliðið legði nógv fyri eftir hetta, og fleiri ferðir var eisini nær við, at NSÍ javnaði. Trýstið gav úrslit 10 minuttir fyri steðgin, tá Klæmint A. Olsen javnaði í stuttari frástøðu.

HB var greitt omaná fyrstu løtuna í seinna hálvleiki, og Leivur F. Guttesen rakti yvirleggjaran við skoti eftir framúr gott álop. Tað var kortini NSÍ, sum legði seg framum. Petur Knudsen sendi horna innfyri, og við handaru stong fekk Steffan Løkin fótin á.

Noah Mneney javnaði fyri útiliðið, tá níggju minuttir vóru eftir, men tað var ikki nóg mikið til at fáa stig. Tveir minuttir fyri leiklok, gjørdi HB-málverjin, Rasmus Nilsson, ov seint av, og Klæmint A. Olsen fekk prikað bóltin frá honum inni í brotsteiginum. Í staðin fyri at skjóta bóltin, rakti málverjin bert NSÍ-framherjan, og úrslitið var brotsspark, sum Petur Knudsen tók sær av. Lítla løtu seinni kundu runavíkingar fegnast um øll trý stigini.

 

NSÍ vann seg í steypafinaluna hjá kvinnum

HB fekk fyrsta málið í hálvfinaluni í steypakappingini við kvinnum, men NSÍ vendi dystinum á Tórsvølli. Runavíkingar javnaði beint fyri steðgin, og við trimum málum frá Lenu Olsen og einum frá Saru Samson Lamhauge vunnu tær gulu stórsigur 5-1 og skulu spæla steypafinalu seinni í heyst.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 28. desember
Morgunlestur leygardagur 28. desember 2024
185003
Fríggjadag 27. desember
TEMAPLÁTAN: 'The Montreaux Album', Smokie, 1978
185635
Fríggjadag 27. desember
Vikuskiftið 27 des 2024
185619
Fríggjadag 27. desember
Morgunlestur fríggjadagur 27. desember 2024
185002
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 27. desember
Transformatión
185627
Fríggjadag 27. desember
Hon leyp á leistum
167984
Fríggjadag 27. desember
Veðrið
185616
Hósdag 26. desember
Upp á gólv 2. jólakvøld 2019
102652