Føroyski talukennarin fer at gagna øllum

Føroyski talukennarin fer at gagna øllum
Nú er føroyskur talukennari virkin. Hann fer at gagna øllum, ikki minst teimum, sum ikki hava førleikarnar til at lesa og skriva rætt
Jens Otto Kjærum, stjóri í donsku fyritøkuni Dictus, sum hevur ment talukennaran, og Karin Kass, leiðari í Sjóndeplinum
Mynd: Jógvan Skeel Nolsøe  
 
28.08.2024 - 20:17

Skriva við tíni føroysku rødd.

Nú er føroyskur talukennari virkin. Hann skilir føroyska talu og skrivar føroyskan tekst við neyvleika.

Talukennarin fer at gagna øllum, men kanska mest teimum, sum ikki hava førleikarnar at lesa og skriva rætt.

- Grundarlagið er lagt. Tað er har vit eru í dag, sigur Karin Kass, leiðari í Sjóndeplinum, nú talukennarin loksins er komin.

Ein av teimum, sum roknar við at fara at brúka føroyska talukennaran nógv, er kontrysangarin Hallur Joensen.

- Eg plagi at smílast og siga, at eg var ikki í skúla tann dagin, vit høvdu um ð, sigur Hallur Joensen og leggur afturat, at hetta verður ein ótrúlig hjálp til okkum øll.

Føroyski talukennarin er ókeypis fyrstu 30 dagarnar. Hann er at finna á heimasíðuni www.dictus.fo
 

 

Hoyrið innslag her:

Talukennarin

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 14. august
Vikuskiftið 14 aug 2026
211862
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við rasismu í Føroyum
211836
Fríggjadag 14. august
RagnarRokk: Tom Hoppelshäuser um Phosphor
209149
Hósdag 13. august
RagnarRokk 13.august 2026
209867
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659