Spyr um vegin til Funnings

Spyr um vegin til Funnings
Løgtingsmaðurin Magnus Rasmussen vil nú hava at vita, nær arbeiðið at breiðka vegin gjøgnum bygdina í Funningsfirði verður gjørt
 
31.08.2024 - 09:38

Tingmaðurin vísir á, at í fíggjarlógini fyri í ár eru tvær milliónir krónur settar av til framhaldandi vegagerð gjøgnum bygdina í Funningsfirði. Í fleiri ár eru pengar settir av til at dagføra og breiðka vegin, og arbeiði er so gjørt, til pengarnir eru uppi.

Í viðmerkingunum til grein-52 fyrispurning skrivar Magnus Rasmussen, at nú árið er farið at halla, sæst einki til, at nakað er gjørt ella verður gjørt. Tí spyr hann Dennis Holm, landsstýrismann í samferðslumálum, nær farið verður ígongd, og nær arbeiðið verður liðugt fyri ta játtan, sum er sett av á fíggjarlógini fyri 2024.

Tað var heilt afturi í 2019, at Landsverk byrjaði arbeiðið at breiðka vegin frá vegnum millum Fjarða til Funningsfjørð. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 4. november
Mono - 90'ini undir lupp (1:4)
215920
Týsdag 3. november
Tá minan brast á skúlaloftinum í Dali
215840
Týsdag 3. november
Breddin: Miðskeiðisvalið í USA
215831
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860