Taka semingsroyndina uppaftur í dag

Taka semingsroyndina uppaftur í dag
Fleiri steðgir hava verið í semingsroyndini millum Maskinmeistarafelagið og KAF, men nú er ætlanin at halda fram, til ein loysn er funnin
Semingsmenninir hava verið uppi í samráðingunum millum Maskinmeistarafelagið og KAF síðani 5. juli.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen (Savnsmynd)  
 
02.09.2024 - 10:38

Semingsroyndin millum Maskinmeistarafelagið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið um maskinmeistararnar hjá SEV og IRF verður tikin uppaftur í dag.

- Vit hava fund við Kommunala Arbeiðsgevarafelagið klokkan eitt og við Maskinmeistarafelagið klokkan trý, sigur Terje Sigurðsson semingsmaður.

- Eftir tað fara vit at fundast saman við báðum pørtum, og tað verður í morgin á Semingsstovninum, sigur hann.

 

Boðsendur 5. juli

Semingsmaðurin varð boðsendur tann 5. juli, tá ið samráðingarnar millum Maskinmeistarafelagið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið slitnaðu.

Síðani hava fleiri steðgir verið í semingsroyndini, men nú væntar Terje Sigurðsson at hildið verður fram, til ein loysn er funnin.

Sáttmálin um maskinmeistararnar hjá SEV og IRF fór úr gildi í oktobur 2022.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. september
Bolero
213531
Sunnudag 20. september
Filosofiskur 2. partur
213469
Leygardag 19. september
Jambalaja - 190926
213511
Leygardag 19. september
Upp á tá - 180926
213505
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 20. september
Guðstænasta
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311