17 frítíðarbátar yvir 100 ár

17 frítíðarbátar yvir 100 ár
Miðalaldurin hjá frítíðarførum í Føroyum er høgur, og hann er hækkandi, vísa tøl hjá Sjóvinnustýrinum
Nógvir frítíðarbátar eru nýggir.
 
03.09.2024 - 06:38

Miðalaldurin hjá frítíðarførum í Føroyum er høgur, og hann er hækkandi, vísa tøl hjá Sjóvinnustýrinum.

Í ár er miðalaldurin 42 ár. 

Av teimum 2.771 førunum í flotanum eru 1.414 millum 31 og 50 ár. 

Merkisvert er eisini, sigur Sjóvinnustýrið, at 17 føroysk frítíðarfør eru yvir 100 ára gomul.

Einki regluverk var fyri frítíðarbátar fyrr enn í 1994, tá ES setti í gildi ein frítíðarbátastandard. 

Tað eru tí bara bátar yngri enn 30 ár, sum eru bygdir sambært hesum standardi. 

Nógv sleip

Tøl hjá Vørn siga, at boð vóru eftir bjargingarfeløgunum 44 ferðir at sleipa bátar til lands í fjør. 

Tá er talan um bæði frítíðarbátar og vinnufør.

Hendan gongdin heldur fram í ár.

Í gjár var Brimil eftir einum útróðrarbáti, sum fekk trupulleikar við róðrinum.

Hann var á Norðhavinum.

Brimil sleipaði bátin til Eiðis.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751