Misjavnir svimjiførleikar

Misjavnir svimjiførleikar
Misjavnt er kring landið, hvussu væl fyri, fólk eru við svimjiførleikum, og eisini er skiftandi, hvussu vorðið er við svimjifrálæru.
Rókur í Jákupsstovu, formaður í Svimjisambandinum
Mynd: Hilmar Jan Hansen  
 
08.09.2024 - 18:32

Svimjisambandið verður frá 18. til 20. oktobur vertur fyri norðurlendskari ráðstevnu um svimjifrálæru, sum verður í Norðurlandahúsinum og í Svimjihøllini í Gundadali í Havn.

- Málbólkurin er svimjivenjarar og lærarar í Føroyum og uttanlands, sum vilja dagføra seg um, hvussu ein best lærir fólk at svimja, sigur Rókur í Jákupsstovu, formaður í Svimjisambandinum.

Tá ið tað kemur til svimjiundirvísing og svimjiførleikar kring landið, er hon skiftandi.

- Fyri at rósa onkrum, so duga børn og vaksin væl at svimja í Klaksvík, men okkara seinasta kanning vísti, at tað stóð heilt illa til í eitt nú Suðurstreymoy, sigur formaðurin í Svimjisambandinum.

- Vit hava nógvar smáar svimjihyljar, har mong hava lært at svimja, men vit hava mangla eitt sindur av teimum størru hyljunum, men nú kemur so langhylurin í Havn og næsta ár ein hylur í Runavík, og tað fer at bøta nógv um støðuna.

Her kanst tú hoyra samrøðu við Rók í Jákupsstovu:

2024-09-08-Rokur-i-Jakupsstovu
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Ung lesa 2 - 1. partur
216206
Týsdag 10. november
Tekstur til tónleik: Salt
216132
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Týsdag 10. november
Breddin: Málið um Bakkafrost
216187
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083