Keypmannahavn dyrgir eftir at vera vertur fyri summar-OL

Keypmannahavn dyrgir eftir at vera vertur fyri summar-OL
Danski høvuðsstaðurin kann í fyrsta lagi verða vertur í 2036
Tað er longu avgjørt, at olympisku leikirnir í 2028 vera í Los Angeles og í 2032 í Brisbane í Avstralia. (Savnsmynd)
 
09.09.2024 - 15:16

Keypmannahavn er farið at kanna møguleikarnar fyri at gerast vertur fyri olympisku summarleikunum.

Kommunan í Keypmannahavn sigur sambært DR í einum tíðindaskrivi, at hon hevur sett eina hálva millión av á fíggjarætlanini fyri 2025 til at kanna møguleikarnar fyri at fáa leikirnar til Keypmannahavnar. Samstundis ætlar Keypmannahavn eisini at bjóða seg fram at skipa fyri ungdóms-OL.

Tað er longu avgjørt, at olympisku leikirnir í 2028 vera í Los Angeles og í 2032 í Brisbane í Avstralia. Tískil kann eitt OL í Keypmannahavn í fyrsta lagi vera í 2036.

Eitt ungdóms-OL kann vera í 2030.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Hósdag 15. oktober
Nýtt ljóð
214851
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655