Høvuðsendamálið er at taka Hvalbiar kommunu av

bannari
Høvuðsendamálið er at taka Hvalbiar kommunu av
Í Hvalba stilla í minsta lagi tveir listar upp til kommunuvalið
Hvalba.
 
16.09.2024 - 11:10

Tá fólkaatkvøða var um at leggja Tvøroyri og Hvalba saman í eina kommunu, var ein meiriluti av hvalbingum ímóti.

Nú kommunuvalið stundar til, er greitt, at í minsta lagi tveir listar stilla upp í Hvalba. 

 

Janus Thomsen, borgarstjóri.

 

Paul Laust Christiansen, bygdaráðslimur. 

 

Annar listin, sum Janus Thomsen, borgarstjóri, stendur á odda fyri, hevur sum høvuðsendamál at taka kommuna av. 

Hin listin, sum Paul Laust Christiansen, bygdarráðslimur, er oddamaður fyri, hevur higartil fingið 10 valevni. 

Janus Thomsen sigur, at best hevði verið, um øll oyggin legði saman í eina kommunu.

Paul Laust Christiansen sigur, at tað er ikki krav fyri at vera á hinum listanum, at tú skalt vera ímóti kommunusamanlegging.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

16092024_Hvalba

 

 

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 26. november
RagnarRokk 26.november 2026
216439
Hósdag 26. november
RagnarRokk: Björn Peterson um The Last Nail
216438
Hósdag 26. november
RagnarRokk: Helle Bohdanova um Monumental
216437
Hósdag 26. november
Aggrasoppar og RIVA, Nústalgia
217051
Hósdag 26. november
Eitt korter við jazzi 26. november 2026
217044
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 26. november
PAZ
217069
Hósdag 26. november
Veðrið
217056
Mikudag 25. november
Ræning omaneggja
216929
Mikudag 25. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216960
Týsdag 24. november
Silja millum strokini - teknmálstulkað
216928