Eykakonsert við Beini í Løkshøll

Eykakonsert við Beini í Løkshøll
Áhugin fyri at uppliva Beinir á palli í Føroyum er vaksandi, og nú verður ein eykakonsert við stjørnuskotinum í Løkshøll
Áhugin fyri at hoyra Beinir á palli í Føroyum er vaksandi, og tí verður skipað fyri einari eykakonsert við honum í Løkshøll fríggjakvøldið 22. november
Mynd: Pressumynd  
 
01.10.2024 - 10:56

Tað gongur strúkandi hjá unga, gávuríka Beinir Troest Rasmussen á danska tónleikapallinum. 

Fríggjakvøldið 27. september trein hann á pallin í væl umtóktu undirhaldssendingini "Vild med dans" og framførdi sangin "Call Me A Dreamer", og Beinir lat ongan iva vera um, at hann glógvar og stórtrívist á pallinum. Og størri pallurin er, meira glógvar Beinir.

Nú fáa føroyingar høvi at uppliva Beinir á palli, tá ið hann kemur heim til heimstaðin Runavík saman við orkestrinum hjá sær at spæla konsert í Løkshøll leygarkvøldið 23. november.  

Áhugin fyri konsertini eru so stórur, at konsertin er nærum útseld, og avgerð er tí tikin um at ein eyka konsert verður við Beinir í Løkshøll fríggjakvøldið 22. november.

Hetta boðar Løkshøll frá í tíðindaskrivi. 

 

Fylgir sínum dreymi

Beinir er búsitandi í Danmark, har hann fylgir sínum tónlistarligu dreymum. Sigast kann ikki annað enn, at tað gongur sera væl hjá evnaríka og málrættaða sangaranum og sangskrivaranum úr Saltangará.

Fyrsta vaksnamanna heildarútgávan hjá fyrrverandi barnastjørnuni, "Greener", er á trappuni. Hon kemur út 25. oktober. 

Í 2023 kom fyrsta staklagið, ið var heitislagið "Greener", út, og higartil í ár hevur hann givið trý onnur stakløg út av heildarútgávuni.

Konsertferðin hjá Beinir í sambandi við útgávuna av "Greener" tekur hann umframt til Føroya, runt í Danmark og eitt legg til Týsklands. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. september
Oyn dyst í senn
213583
Mánadag 21. september
Eitt annað lív
213582
Mánadag 21. september
Poppverturin 17
208471
Mánadag 21. september
Norðurljóð 21.september 2026
213480
Mánadag 21. september
RagnarRokk: Maggy Luyten um You´ve Been Served
212905
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473