Søgan endurtók seg á Tórsvølli

Søgan endurtók seg á Tórsvølli
Føroyar vóru frammanfyri í Nations League-dystinum ímóti Lettlandi, men eins og í heimadystunum ímóti Norðurmakedónia og Armenia, mistu føroyingarnir leiðsluna og sigurin
Hanus Sørensen skeyt sítt fyrsta mál, men tað eydnaðist ikki at fáa øll stigini ímóti Lettlandi
Mynd: Bjarni Enghamar / FSF  
 
13.10.2024 - 22:41

Tað kendist sum deja-vu á Tórsvølli.

Føroyar fingu fyrsta málið ímóti Lettlandi, men eins og í heimadystunum ímóti Norðurmakedónia og Armenia mistu føroyingarnir leiðsluna av hendi.

Hósdagin var vónbrotið stórt, tí armenar javnaðu í síðstu løtu. Í kvøld stóðst vónbrotið serliga av, at heimamenninir mistu takið á dystinum og í veruleikanum vóru hepnir, at lettar ikki fóru avstað við øllum. 

 - Eg eri hjartaliga vónsvikin júst nú, segði landsliðsvenjarin, Håkan Ericson.

 

Hanus á blettinum

Føroyar byrjaðu dystin væl, og stýrdu spælinum, sum fyri tað mesta gekk fyri seg á mótstøðuhálvuni. Hóast hetta gekk striltið við at spæla seg til stórar málkjansir, og í roynd og veru endaði hin fyrsti í málinum.

Lettiski málverjin, sum stutt frammanundan hevði sæð sera ótryggur út, spældi bóltin beint út til Brand Hendriksson Olsen, sum dróg inn í brotsteigin ímóti baklinjuni. Ein knøpp finta, og so fekk miðvallarin pláss til at lyfta innleggið upp um verjuna til Hanus Sørensen, sum hevði runnið seg leysan og kundi skjóta sítt fyrsta A-landsliðsmál.

Støðan helst sær til hálvleiks, og útlitini skuldu verið góð, tí Føroyar sat á tí mesta. Men so var kortini ikki. 

 

Bíðistøða

Onkursvegna endaðu føroyingarnir í bíðistøðu og tvístøðu. Tað eydnaðist ikki ordiliga at hótta, og so var kanska betri at verja tað, tú longu hevði.

Spælið varð ikki betri av, at venjarin skifti tríggjar mans inn, áðrenn tímin var spældur. Brandur Hendriksson Olsen var ein av teimum, sum mátti takka fyri seg - hann er ikki í fullari dystarvenjing - men tað sást aftur á føroyingunum, sum mistu takið.

Lettar ernaðust av tí sama, og tá 69 minuttir vóru spældir, javnaði útiliðið. Tað var Andrejs Ciganiks, sum fekk eitt sindur ov nógv pláss í vinstru síðu, og hann fann hegnisliga Dario Šits, sum ótarnaður kundi seta innleggið í netið aftanfyri ein hjálparleysan Bárð á Reynatrøð. 

 - Eg eri sera ónøgdur við málið, sum vit lata ígjøgnum. Vit eru ódjarvir í støðuni. Vit hava tosað um, at vit ikki skulu fella og bakka. Vit hava gjørt tað fleiri ferðir fyrr. Ímóti Kekkia, Moldova og Lettlandi. Vit hava tosað um tað so ofta, men kortini gera vit tað, staðfesti Håkan Ericson.

 

Lettar nærri við at avgera

Tey, ið væntaðu, at føroyingarnir fóru at leggja stórt trýst á Lettland síðstu 20 minuttirnar, vórðu vónsvikin. Ivaleyst vildu teir júst tað, men teir megnaðu tað bara ikki.

Lettar vóru nærri við at avgera dystin, tá teir í seinasta minutti spældu seg ígjøgnum í høgru síðu, men ikki raktu málið úr stuttari frástøðu. Føroyar fingu lagt nakrar góðar bóltar innfyri seinastu løtuna, men nakra góða roynd á mál, varð tað ikki til.

Hanus Sørensen helt, at tað er ov lætt hjá mótstøðuliðum at skora ímóti Føroyum fyri tíðina.

 - Tað skal ikki so forferdiliga nógv til. Tað er ein bóltur upp ígjøgnum síðuna, eitt innlegg og so eru tveir menn í feltinum, og vit dekka ikki ordiliga upp. Tað eru helst eini fimm, seks feilir, sum leiða til málið, men beint nú er tað í so lætt hjá teimum at skora, segði Hanus Sørensen.

 

Stendur nógv á undan torførar útidystir

Føroyar eru framvegis niðast í bólkinum, men tað er bert eitt stig upp til bæði Lettlandi og Armenia. 

Tó kann illa avnoktast, at úrtøkan hesar báðar heimadystirnar hevur verið ov løk. Málið var seks ella í minsta lagi fýra stig, og føroyska landsliðið stendur eftir við bert tveimum. 

Hetta merkir sjálvandi, at stig skulu á borðið í teimum báðum dystunum sum eftir eru á útivølli ímóti Armenia og Norðrumakedónia um miðjan november. Tað ber til - sjálvsagt - men við avrikunum í ár in mente, tykist tað kortini ikki sannlíkt. 

 

Tórsvøllur (Nations League, 4. umfar)

Føroyar - Lettland, 1-1 (1-0)
1-0 Hanus Sørensen, 40 min.
1-1 Dario Šits, 69 min.

Bólkur 4
1. Norðurmakedónia 10 stig
2. Armenia 4 stig
3. Lettland 4 stig
4. Føroyar 3 stig 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 26. desember
Guðstænasta úr Fríðrikskirkjuni
185567
Mikudag 25. desember
Jolagesturin 2024: Kinna Poulsen
185336
Mikudag 25. desember
Midnáttarmessa úr Mariukirkjuni 2024
185550
Mikudag 25. desember
Guðstænasta úr Havnar kirkju
185549
Týsdag 24. desember
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
185542
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 26. desember
Upp á gólv 2. jólakvøld 2019
102652
Hósdag 26. desember
Jól við Løkin 2024 (2:2)
185563
Hósdag 26. desember
Mítt lívsverk - Eitt portrett av Pál Weihe
185553
Hósdag 26. desember
Andakt við Klæminti Eliasen
185564