U21-landsliðið endaði undankappingina við sigri

U21-landsliðið endaði undankappingina við sigri
- Hetta er eitt øgiliga gott punktum fyri hetta U21-landsliðið, sigur Eyðun Klakstein, venjari, eftir at Føroyar í kvøld vunnu 1-0 móti Hvítarusslandi
- Hetta var eitt gott punktum fyri hetta U21-landsliðið, sigur Eyðun Klakstein, venjari
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
15.10.2024 - 20:01

Hóast liðið gott kundi fingið onkur stig afturat, so er tað øgiliga gott at kunna enda við at vinna og koma upp á 10 stig í EM-undankappingini.

Tað sigur Eyðun Klakstein, venjari, eftir at U21-landsliðið í kvøld vann 1-0 móti Hvítarusslandi.

Noah Mneney gjørdi føroyska málið í 36. minutti.

Teir flestu av spælarunum eru ov gamlir til at halda fram á U21-landsliðnum í komandi kapping, men tað er ikki ósannlíkt, at fleiri av hesum spælarunum verða at síggja á A-landsliðnum innan stutta tíð, heldur Eyðun Klakstein, sum eisini skal venja U21-landsliðið í næstu kapping.

 

Hoyrið samrøðu við Eyðun Klakstein her:

Eydun_K_U21

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 23. november
Norðurljóð 23.november 2026
216515
Sunnudag 22. november
Bolero 22. november 2026
216781
Sunnudag 22. november
Guðstænasta út Gøtu kirkju
216780
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 23. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216867
Mánadag 23. november
Veðrið
216858
Sunnudag 22. november
Jóla- og stuðulskonsert hjá Barnabata 2026
216851
Sunnudag 22. november
Andaktin
216792
Sunnudag 22. november
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
216793