Mæla staðiliga frá pensjónsbroyting

Mæla staðiliga frá pensjónsbroyting
- Pensjónin eigur als ikki at vera tengd at, um tú ert stakur ella giftur, heldur Ingrid S. Henriksen, umboð fyri pensjónsbólkin.
Ingrid S. Henriksen, umboð fyri pensjónsbólkin, ið staðiliga mælir frá, at pensjónirnar verða broyttar á nýggjárinum, sum lagt verður upp til
 
03.11.2024 - 18:23

- Tað er óhoyrt at nýta dýnulyftarí sum málsviðgerð í pensjónsmálum - og tað stríður móti europeisku mannarættinda-konventiónini! 

So greið er útsøgnin hjá pensjónsbólkinum, sum hevur latið Trivnaðarnevndini í løgtinginum skriv, har staðiliga verður rátt frá at lækka pensjónina hjá samlivandi pensjónistum, so hon fer á lægra stigið hjá giftum pensjónistum, soleiðis sum broytingaruppskot hjá Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu, leggur upp til.

- Pensjónin eigur als ikki at vera tengd at, um tú ert stakur ella giftur, heldur Ingrid S. Henriksen, umboð fyri pensjónsbólkin.

Pensjónin minkar 14-15 prosent
Eftir broytingaruppskotinum kemur lækkaða upphæddin hjá samlivandi pensjónistum í gildi longu tann 1. januar 2025.

Nýggir samlivandi fólkapensjónistar fáa við ætlaðu broytingini 2.250 krónur minni um mánaðin og samlivandi, ið fáa hægstu fyritíðarpensjón, fáa 2.403 krónur minni um árið – ella tilsamans 28.812 krónur minni um árið.

Pensjónsbólkurin vísir á, at hetta er ein minking upp á 14,1 prosent, og at minkingin hjá samlivandi hægstu fyritíðarpensjónistum verður 15,3 prosent.

Her kanst tú hoyra samrøðu við Ingrid S. Henriksen:

2024-11-03-Ingrid-S-Henriksen

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846