Suffía Nón er ársins íverkseti

Suffía Nón er ársins íverkseti
- Eg eri bæði vaskikona og stjóri. Tað lýsir væl arbeiðsdagin hjá mær sum íverkseti, sigur Suffía Nón, sum er kosin ársins íverkseti 2024
 
04.11.2024 - 10:31

Vaskikona, sniðgevi, roknskaparfólk og stjóri.

Hesi eru bert nøkur av heitunum, Suffía Nón hevur, tá hon er til arbeiðis í fyritøkuni Fjord, sum hon eigur og rekur. 

Í farnu viku bleiv Suffía Nón kosin ársins íverkseti 2024.

- Herfyri var eg í gongd við at vaska vesi, tá eg brádliga mátti út í handilin at avgreiða kundar, sigur Suffía Nón, tá hon svarar spurninginum, hvussu tað er at hava egna fyritøku.

Tað var afturi í 2017, at Suffía Nón avgjørdi at siga sítt fasta starv sum sniðgevi frá sær og seta hol á ein gerandisdag sum íverkseti.

- Tá var Fjord byrjað at fylla so mikið nógv, at eg noyddist at velja. Eg valdi at geva tí eina roynd í eitt ár, sigur Suffía Nón.

Eitt ár bleiv til fleiri afturat, og í dag gongur so mikið væl í fyritøkuni, at Suffía Nón hevur heili fimm fólk á lønarlistanum. Harafturat samskiftir hon í løtuni við útlendskar fyritøkur, ið vilja umboða vørurnar frá Fjord í útlandinum.

Í morgunsendingini fortelur Suffía Nón millum annað um hugskotið at hava egna fyritøku og gerandisdagin sum íverkseti.

1706270

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 1. september
Breddin: Snyrilsmálið í Grønlandi
212545
Mánadag 31. august
Poppverturin 14
208468
Sunnudag 30. august
Tónleikur í 13 øldir (9:10)
210352
Sunnudag 30. august
Guðstænasta í Argja kirkju
212460
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 1. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212532
Mánadag 31. august
Veðrið
212514
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386